Oddauppgerðin í Leirvík millum LÍF og B71 endaði 2-2. Talan var um dystin, sum orsaka av illveðri varð avblástur fyri tveimum vikum síðani. Í kvøld varð hann spældur í fagrastu líkindum.
Magnus Skoralíð legði LÍF framum miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá ið hann við handara stólpan stútaði í málið eftir innlegg úr høgru. Stutt eftir steðgin økti Andreas Lava Olsen um leiðsluna, tá ið hann gjørdist leysur, eftir at Magnus Skoralíð hevði lagt bóltin framímillum.
So svaraði B71 tvær ferðir aftur. Á dómaraseðlanum varð tað skrásett sum sjálvmál, tá ið innskifti Jónsvein Thomsen umvegis heimamann eftir horna minkaði um munin í 64. minutti. Sjey minuttir undan leikloki javnaði toppskjúttin í næstbestu deildini, Clayton Soares, til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið. Í hesum førinum vildu leirvíkingar hava tað dømt fyri rangstøðu, men tí vóru dómarin og hjálpardómarin ikki samdir við teimum í.
Eftir 10 umfør er B71 oddalið við 25 stigum, LÍF hevur 24 stig, og AB hevur 22 stig.
LÍF-B71 2-2 (1-0)
1-0: Magnus Skoralíð 26.
2-0: Andrias Lava Olsen 51.
2-1: Sjálvmál 64.
2-2: Clayton Soares 83.