Klaksvíkingar eru nú eitt stig nærri eini rundkoyring á krossvegnum við Posthúsið.
Á fíggjarætlanini fyri næsta ár verður skotið upp, at pengar verða settir av til projektering av arbeiðnum.
Hetta málið hevur leingi verið eitt hjartamál hjá Steinbjørn Jacobsen, virkandi býráðsformanni, og hann fegnast um, at tað nú fer at lata seg gera, at projektera arbeiðið.
? Trafikkurin er sera nógvur við Posthúsið, og fleiri ferðir um dagin eru langar røðir av bilum, sum bíða eftir tørni. Tí er neyðugt við eini rundkoyring á staðnum, heldur hann.
Trupulleikin við Posthúsið er serliga sjónskur um morgnarnar, í døgurðatímanum og eftir arbeiðstíð, men Steinbjørn Jacobsen heldur, at trupulleikin er vaksandi og umfatar alsamt fleiri tíðir á degnum.