Eitt stig nærri handilsdeplinum

Klaksvíkar býráð samtykti á fundi í gjárkvøldi eina tillaging til ta komandi miðbýarætlanina.

Hetta er eitt týdningarmikið stig á leiðini til tað, sum skal gerast ein stórur handilsdepil og kongresshøll í okkara næststørsta býi. Seinni í mánaðinum verður meiri at frætta um hetta.

 Eitt av málunum á skránni til býráðsfundin var ein útstykkingarætlan fyri miðbýin í Klaksvík.
Ætlanir eru frammi um at útvega norðoyingum  og annars gestum úr øllum landinum  møguleika at sleppa til handils í einum stórum depli mitt í høvuðsstaði norðoyinga.
Ætlanir um slíkar deplar hava verið frammi áður, men higartil eru hesar ikki framdar í verki.
Teir ið standa aftanfyri hesa ætlanina eru sannførdir um, at nú skal tað verða!
 
Framløga í næstum
Nógv viðurskifti eru longu fingin uppá pláss, m.a. er samband fingið eitt danskt ráðgevingarfelag.
Enn vantar kortini nakað í, til tann samlaða ætlanin kann verða løgd fram fyri almenningin.
- Men vit miða eftir at leggja hesa stóru og spennandi ætlanina fram áðrenn Norðoyatunnilin letur upp, sigur ein av stigtakarunum, Óli Marnar Christiansen í Klaksvík við Sosialin.
Undan býráðsfundinum í gjárkvøldið tóktist breið semja at verða í býráðnum um hesa ætlanina.
Á fundinum varð so tann neyðuga tillagingin av ætlanini tí eisini samtykt.