Jónas G. Djurhuus sum stríðist við at fáa meiri spælitíð í HØJ í næstbestu donsku hondbóltsdeildini spældi ein framúr góðan dyst ímóti Montenegro í Podgorica, tá hann og liðfelagarnir megnaðu at fáa ein minniligan 24-24 javnleik. Jónas G. Djurhuus gjørdist saman við Róa Berg Hansen toppskjútti við seks málum.
Eisini Jónas G. Djurhuus greiðir frá tí seinastu løtuni, tá hann var óttafullur ta einu løtuna. Jónas helt ikki, at Rókur Akralíð hevði tamarhald á støðuni, men tað spældi væl av og Rói Berg Hansen kundi javna til 24-24.
Jónas G. Djurhuus greiðir frá, at onkur á føroyska liðnum kennir ein av montenegrinsku leikarunum, ið hevði sagt við viðkomandi, at føroyingar skuldu bara taka dystin sum ein venjingardyst og eina uppliving. Jónas er glaður fyri, at viðkomandi fekk prógv fyri, at vit í Føroyum eisini duga at spæla hondbólt.
- Eitt stig ímóti Montenegro kann ein avgjørt brúka til nakað, sigur ein fegin Jónas G. Djurhuus.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jónas G. Djurhuus aftaná minniliga javnleikin ímóti Montenegro.










