Í hesum døgum luttaka føroyingar fyri fyrstu ferð í EM í talvi fyri lið. Kappast verður í Reykjavík. Fyrsta umfar var á skránni fríggjadagin, og tað verður hildið á inntil næsta sunnudag – 22. November.
Føroyska liðið legði fyri við at tapa 3-1 ímóti Kroatia, ið er styrkismett sum nummar 16, meðan Føroyar eru styrkismettar sum nummar 34. Leygardagin endaði tað í øðrum umfari við 3-1 tapi ímóti Sveis, ið er styrkismett sum nummar 28. Triðja umfar verður sunnudagin klokkan 15. Tá skulu Føroyar telva ímóti Rumenia, ið er styrkismett sum nummar 20.
Føroyar eru umboðaðar av so stinnum telvarum, sum tað næsta ber til: IM Helgi Dam Ziska 2523, IM John Rødgaard 2350, FM Høgni E. Nielsen 2314, FM Rógvi E. Nielsen 2301 og IM John Arni Nielsen 2274.
Higartil er tað veteranurin John Rødgaard, sum hevur staðið seg best av føroysku telvarunum:
Í fyrsta umfari vóru tað John Rødgaard og Rógvi E. Nielsen, sum megnaðu eitt hálvt stig í part, og í øðrum umfari vóru tað Helgi Dam Ziska og John Rødgaard, ið megnaðu eitt hálvt stig í part.