07Vestur fór í kvøld í summarfrí á uppflytingarplássi í 1. deild, og næstbesta liðið hjá KÍ fór í summarfrí á niðurflytingarplássi.
Hesi bæði liðini hittust í kvøld í Klaksvík í 18. umfari, og úrslitið var 2-2. Soleiðis sum gongdin var í 1. hálvleiki, og soleiðis sum hálvleikstølini vístu, so eiga klaksvíkingar at vera best nøgdir við úrslitið. Men fram ímóti dystarenda høvdu bæði teir og gestirnir møguleikar at skora sigursmálið.
Tá ið eitt korter var farið skoraði 07Vestur tvær ferðir í ein minutt. Málskjúttar vóru Torstein Mýlingstind og Jákup S. Olsen.
Eftir steðgin striddist heimaliðið sum fyri lívinum, og tá eydnaðist tað heimamonnunum at skora tvær ferðir eftir lítlari løtu. Tá ið tað restaði eitt korter minkaði Rudolf Eliasen um munin, og tveir minuttir seinni javnaði Bárður J. Heinesen til 2-2. Fyrra partin av kappingarárinum spældi Bárður við HB. Nú er hann fluttur aftur til KÍ, og tað var í fyrsta dystinum eftir at vera komin aftur á heimabeitið, at Bárður skoraði og harvið syrgdi fyri, at KÍ vann eitt stig.
07Vestur er á triðja plássi við 30 stigum – einum færri enn B36 sum er næstfremst og 22 færri enn TB, sum er fremst. FC Suðuroy er á fjórða plássi við 27 stigum.
KÍ er næstaftast við 13 stigum – einum færri enn EB/Streymur, sum er triði aftast, og trimum fleiri enn HB, sum er aftast.
Tveir dystir resta í 18. umfari. Teir verða spældir leygardagin: FC Suðroy-B36 og Víkingur-HB.