Tað endaði 1-1 í U-21 landsdystinum í Gundadali ímóti Moldova. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki.
Talan var um intensiva og lívliga uppgerð. 513 áskoðarar hugdu at, og teir vóru eygnavitni til, at Føroyar síðstu løtuna trýstu fyri at skora sigursmálið.
Síðstu løtuna vóru føroyingar yvirmannaðir, tí ein av mótstøðumonnunum varð rikin av vølli, tá ið eitt korter var eftir.
Føroysku spælararnir arbeiddu nógv og væl, og kanska stóðu teir eftir síðsta bríkslið við einari kenslu av, at teir høvdu uppiborið at fingið meiri enn eitt stig burturúr.
35 min.
1-1
Føroyar hava javnað til 1-1 í U-21 landsdystinum í Gundadali ímóti Moldova.
Føroyingar fingu bóltin av mótstøðumonnunum í vinstru. Christian R. Mouritsen stakk bóltin fram til Kristoffur Jakobsen, sum var púra tryggur, tá ið hann gjørdist einsamallur ímóti moldoviska málverjanum.
Tað var í fyrstu royndini ímóti føroyska málinum, at Moldova skoraði, eftir at flatt innlegg var komið innfyri í 24. minutti.
Nú er hálvleikur.
60 min
1-1
Í 2. hálvleiki hevur tað verið rættuliga lívligt og javnt, men tað hava ikki verið so nógvir upplagdir málmøguleikar.
70 min
1-1
Moldova hevur framt allar tríggjar útskiftingarnar. Føroyar hava ikki skift út, men nú eru tað fleiri, sum hita upp.
Tað gongur framvegis javnt á.
82 min
1-1
Moldova er undirmannað, tí ein spælari hevur tvær ferðir sæð gult og harvið reytt.
86 min
1-1
Róaldur Jacobsen hevur sent gott langskot, sum málverjin fekk sligið á tvørtræið.
Føroyar: Jóan Pauli D. Jakobsen - Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Pól Jóhannes Justinussen, Heri Nesá (Dánjal Davidsen, 86.) - Finnur Justinussen, Róaldur Jacobsen, Kristoffur Jakobsen (Hallur Hansson, 77.), Rógvi Poulsen - Christian R. Mouritsen, liðformaður - Páll Klettskarð (Odmar Færø, 88.)
Gult kort: Heri Nesá 58.