Sjey valdømi tryggjar økiskvotering, men søgan vísir okkum púra greitt, at henda valskipan er ein stór forðing fyri at fáa fleiri kvinnur valdar í Løgtingið. Vit halda ikki, at valskipanin frá 1852, tá landið varð skipað í sjey valdømi, er hóskandi fyri eitt nútímans Føroyar!
Vit liggja framvegis í allar aftastu røð, tá ræður um javnstøðu í okkara fólkavalda parlamenti, sammet við flestu lond í heiminum. Við valið í 2004 vórðu einans 3 av 32 valdum løgtingslimum kvinnur. Tá farið varð yvir til eitt valdømi, vaks talið til 7 av 33. Tað vísir, at hóast langt er á mál, so var eitt valdømi eitt stórt framstig í mun til at fáa meira demokratiska umboðan av báðum kynum.
Vit taka undir við Demokratiu, tá nevndin m.a. sigur: »Málið um, hvørt valskipanin skal broytast aftur og hvussu, er ógvuliga komplekst og er eftir okkara tykki langt frá nóg væl lýst og búgvið til endaliga støðutakan, sum nú er. Ein endurskoðan av vallógini eigur ikki bara at snúgva seg um eitt ella fleiri valdømi og ymsar tekniskar útrokningar í tí sambandinum, men eisini um, hvussu ein so jøvn og demokratisk umboðan sum møguligt best verður tryggjað, t.d. kyn, aldur, geografisk umboðan og fíggjarlig styrki.«
Atkvøðutølini frá seinasta løgtingsvali vísa greitt, at atkvøðurnar í sera stóran mun flyta seg tvørturum tey gomlu mørkini fyri valdømum. Og, at stórur partur av atkvøðunum í miðstaðarøkinum fara til valevni uttan fyri høvuðsstaðin. Hetta kann gera tað lættari hjá kvinnum og nýggjum valevnum, sum eftir gomlu skipanini høvdu sera trupult við at sleppa framat, at blíva vald. Eisini bendir hetta á, at fólkið ynskir at hava møguleikan at velja ímillum valevni frá øllum landinum.
Vit vóna, at Løgtingið til 3. viðgerð heldur fast við eitt stig fram, heldur enn at stíga sjey fet aftur.
Bergtóra, Bjørt, Annita, Eyðgunn, løgtingskvinnur
Annika, Rósa og Helena, landsstýriskvinnur
?