Samanleggingin av fótbóltsliðunum í Suðuroynni er nú so nær sum ongantíð fyrr. Einans eitt stig er eftir á leiðini – góðkenning frá aðalfundinum hjá feløgunum.
Á fundi í gjár góðtók starvsnevndin hjá FSF umsóknina frá teimum triðum suðuroyarliðunum um at hava eitt felags lið í vaksnamannadeildunum komandi kappingarár.
Leiðslurnar í teimum trimum feløgunum hava skrivað eina samstarvsavtalu fyri komandi kappingarár. Talan er um, at tey skulu hava eitt lið í hvørjari deild, frá Effo-deildini niður í 3. deild. Í fyrsta umfari er talan um eina roynd fyri kappingarárið 2017.
Enn er tó ikki alt avgjørt.
Hósdagin hava trey trý feløgini eykaaðalfund. Tá skulu limirnir í feløgunum góðkenna samstarvsavtaluna. Avgerandi er, at øll trý feløgini góðkenna samstarvsavtaluna. Verður hon feld á einum aðalfundi, má øll tilgongdin byrja av nýggjum.
Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, sigur, at tað er við vanligum meiriluta, at avgerðirnar á eykaðalfundinum verða tiknar.