Atli Hansen
??????????
Einki kemur burtur úr ongum - uttan lummaull.
Hetta er ein viðurkendur lærusetningur. Tað kann tí undra undra, at so lítið verður gjørt burtur úr at viðgera korini hjá vinnulívinum í einum valstríði. Her verður bert tosað um tað, sum kemur frá vinnulívinum, nevniliga til lívsins uppihald, vælferð, útbúgving og íløgur í framtíðina. Her verður bara tosað um mjólkina og einki um kúnna.
Tað mesta av Eysturoynni hevur hesi seinnu árini upplivað ein sterkan búskaparligan vøkstur skaptur av einum vælvirkandi og dynamiskum vinnulívi. Hetta hevur bygt ein vælstand og eina vælferð sum ongantíð fyrr í søguni, tí at okkara kommunir hava havt eitt vakið eyga fyri at hjálpa til og at skapa møguleikarnar.
Gøtu kommuna hevur verið ein týðandi partur av hesi menning og sum borgarstjóri, vald á listanum hjá Sambandsflokkinum, hevur Halldóra Ranghamar staðið á odda fyri tí góðu gongdini í okkara sókn.
Halldóra stillar nú upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin í Eysturoy og flokkurin hevur í henni fingið eitt valevnið við nógvum førleikum. Hon er ung, hon er røsk, hon er skilagóð og hevur áræði. Hon er ein vinnari. Hennara útbúgving og hennara royndir í kommunalum arbeiði í eini vinnulívskommunu vilja saman við hennara persónligu eginleikum gera hana til eitt sterkt boð upp á ein sess á sambandsbonkinum.
Og har vil hon hava nógv hugskot til at menna og stimbra okkara vinnulív - tí vinnulívi, sum skal vera grundarlagið undir okkara vælstandi og vælferð - undir okkara framtíð.
Tað er tí við góðum huga, at eg heiti á allar eysturoyingar um at geva Halldóru Ranghamar - og við henni eisini Sambandsflokkinum - góðan stuðul á valinum 20. januar 2004.
Sambandsflokkurin - ein vinnulívsflokkur.
Gott val og gott nýggjár