- Í dag eru 20 ár, síðan eg bleiv útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur. Eitt sera gott og gevandi starv undir hørðum treytum.
Tað sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna hjá Tjóðveldi, á sínari facebook-síðu í dag.
- Útbúgvingin hevur givið mær innlit í livikor og umstøður, sum fólk liva undir. Havi so at siga bert starvast í primeru heilsutænastuni og eri harvið komin út í ymisku heimini.
Løgtingskvinnan heldur, at tað serliga er hetta, sum hevur vakt samfelagsáhugan og leitt hana, har hon er í dag.
- Innast inni snýr alt seg um tað sama - at bøta um livikor og skapa rættvísi. Skyldan at taka sær av øllum og at tala søk teirra sum treingja.
Sirið Stenberg heldur, at soleiðis kann arbeiðast við somu málum á ymiskum frontum.










