Eitt stað har børn trívast

Endamálið við ungdómshúsinum, Margarinfabrikkini í Havn, er at tryggja børnum og ungum góðar umstøður í frítíðini. Bogi Andreasen, sum tók við leiðarastarvinum 1. august, leggur stóran dent á, at húsið skal vera eitt sunt og trygt frítíðarstað

Tað er hugnaligt og fjálgt inni á Margarinfabrikkini.  
Leiðarin, Bogi Andreasen, býður okkum vælkomnum og vísir okkum ljósu og snotiligu rúmini. Hann tók við leiðarastarvinum tann 1. august, og brennur fyri, at virkishúsið skal verða eitt stað, har børnini hava tað gott.
Í einum spildurnýggjum teldurúmi sita nøkur av børnunum og spæla telduspøl, meðan onnur spæla airhocky í rúminum við síðuna av.
Margarinfabrikkin er eitt virkishús fyri børn og ung, har starvsfólkini hava fingið álagt at aktivera, stuðla og stimbra tey ungu í einum rúsfríum umhvørvi.
 
Frítíð við innihaldi
 
Virkishúsið er opið frá klokkan 12 ? 17.30 fyri børnum í 2. til 7. flokki, og frá klokkan 18 ? 22.00 fyri ungdómi frá 8. flokki og upp til 18 ára aldur.
- Tað er av sera stórum týdningi, at børn og ung hava eitt stað eftir skúlatíð, har nakað er til teirra at takast við, sigur Bogi.
               Umframt spøl og handalig frítíðarítriv inni á Margarinfabrikkini, fara vaksnu starvsfólkini hvørja viku út við børnunum at svimja, spæla badminton og á seiðaberg.
               Ætlanin er eisini at fara vikuskiftistúrar runt í Føroyum. Nær fyrsti túrurin verður, er ikki heilt greitt enn, men hann gongur væntandi út í Hest.
               Fleiri av ítrivunun eru ókeypis hjá børnunum at nýta, men tey, ið ynskja at nýta teldurnar, mugu gjalda eina ávísa upphædd um tíman. Tað ber til at tekna seg sum lim í Margarinfabrikkini.
Limir gjalda helvtarprís fyri nýtslu av tí, sum gjald verður tikið fyri. Árliga limagjaldið er 150 krónur.
Á Margarinfabrikkini er ein kiosk, har børnini kunnu keypa sodavatn og aðrar kioskvørur. Men hetta hevur Bogi ynski um broyta soleiðis, at tað einans skal bera til at keypa heilsugott ábit har.
Margarinfabrikkin hevur eisini tiltøk fyri børn og ung í vikuskiftinum. Annað hvørt vikuskifti er barnadiskotek og konsert. Hvørt hóskvøld er kafekvøld.
 
Uppbyggjandi karmur
 
Bogi sigur, at hann sær tað sum sína ábyrgd at gera Margarinfabrikkina til eitt stað, har børn og ung trívast og mennast. Eisini heldur hann, at tað er sera umráðandi, at trupulleikar, sum børn og ung hava, verða lýstir á ein uppbyggjandi hátt.
- Tað er upplagt, at júst eitt barna- og ungdómshús sum hetta, eisini verður karmur um upplýsandi evni í samband við ungdómin.
                Tí verður í vetur skipað fyri tiltøkum, ið øll, sum hava áhuga fyri børnum og ungum, kunnu hava gleði av.
                Eitt av tiltøkunum, sum Margarinfabrikkin fer at bjóða vetrarmánaðarnar, verða fyrilestrar um ymisk viðkomandi evni viðvíkjandi børnum og ungum.