FÓTBÓLTUR
Tað líktist mest av øllum ein refleksi, tá Trygvi Askham beint uttan fyri egnan brotsteig tók hondina til hjálpar, tá ein av rumenunum royndi at lobba upp um hann. Støðan var íkomin, tí ein sera sjuskut afturlegging noyddi Trygva at koma út ímóti, og so slapst ikki undan reyða kortinum.
– Sjálvur haldi eg, at hetta var eitt stórt skuffilsi. Nú hevði eg glett meg nógv til at sleppa at royna meg á U21-landsliðnum, tí hetta var ein stór gularót at fáa, staðfesti 07 Vestur-málverjin, sum undan útvísingingi hevði gjørt tað, sum hann kundi gera. Og málini kundi hann einki gera við.
– Tað gekk annars fínt, og um alt var, sum tað átti, so skuldi eg nú gingið og glett meg til dystin ímóti Russlandi, men tað verður so av ongum.
Um sjálvan dystin segði Trygvi Askham, at talan var ein eitt mótstøðulig, sum hevði góðar tekniskar førleikar og spældi øgiliga væl.
– Eitt nú brúktu teir nógvar diagonalbóltar, sum sóu út til at kost okkum øgiliga nógv til endans. Fyrst í dystinum leikaði nógv á, men tað var kanska líka frægt, tí so verður tú spældur heitur beinanvegin. Men nú alt er liðugt, eri eg ræðuliga skuffaður, staðfesti Trygvi Askham, sum noyddist undir brúsuna í ótíð og í øllum førum ikki er við ímóti Russlandi í annaðkvøld.











