Landsliðsprát
Tað var ein errin Øssur Hansen, sum á fyrsta sinni kundi leiða landsmenn sínar inn til altjóða dyst. Talan var um 45. altjóða dystin hjá Øssi, og tí var tað kanska ikki óvæntað, at valið fall á hann, men kortini var hetta nakað, sum hann var fegin um at sleppa at royna.
- Tað var sjálvandi nakað heilt serligt, at sleppa at ganga á odda til ein slíkan dyst. Tað haldi eg avgjørt vera eitt stórt herðaklapp, og sjálvt um eg hevði 44 landsdystir á baki, so er tað ein stór uppliving at leiða landsliðið á vøllin til ein heimadyst.
Úrslitaliga er tó lítið at ivast í, at Øssur kundi hugsað sær dystin øðrvísi.
- Tað veit so ongan tíð undan dystinum, men eg haldi tó ikki at tapið nýttist at vera so stórt.
- Í fyrra hálvleiki hava teir ikki nógv meira enn hasar báðar møguleikarnir, sum teir skora uppá. Tá teir so fáa eitt bíligt mál beinan vegin í seinna hálvleiki, so skrædnaði tað hjá okkum.
- Eg trúgvi einki uppá, at hetta hendi, tí vit ikki orkaðu nóg væl, men kanska meira tað, at liðið punkteraði mentalt.