Hetta er eitt stórt framstig fyri sjúklingar í Suðuroy. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Hon vísir á, at á fíggjarlógini fyri í ár varð peningur settur av til at Suðuroyar Sjúkrahús kundi fáa ein CT-skannara. Hann er nú settur upp og í hesum døgum verður hann royndur.
Hetta er eitt stórt framstig fyri sjúklingar í Suðuroy. Hvørt ár verða einir 200 suðuroyingar sendir norður um Suðuroyarfjørð til CT-skanning á Landssjúkrahúsinum Havn, men nú Suðuroyar Sjúkrahús fær skannara, verður mett, at einir 190 av teimum kunnu verða skannaðir á Suðuroyar Sjúkrahúsi og at tað sostatt bara verða eini tíggju sjúklingar, sum tað framvegis verður neyðugt at senda á Landssjúkrahúsið til skanningar.
Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt Sirið Stenberg, hvussu tað gongst við arbeiðnum at samskipa virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Landsstýriskvinnan sigur, at eitt av tilmælunum í menningarætlanini fyri Sjúkrahúsverkið var nettupp at menna telemedisinska samstarvið ímillum sjúkrahúsini
Sirið Stenberg sigur, at nýggi CT-skannarin hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, er eitt dømi um tað, tí her verða myndirnar tiknar á Suðuroyar sjúkrahúsi, men tað eru serkøn á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, sum síggja tær og greina tær.
Ein CT-skannari hevur staðið frammaliga á ynskilistanum hjá teimum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Eitt, sum ein CT skannari hevur serligan týdning fyri, eru sjúklingar, har illgruni er um blóðpropp ella heilabløðing. Í slíkum føri er tað avgerandi, at sjúklingurin verður greinaður eftir nøkrum heilt fáum tímum fyri at kunna veita røttu viðgerðina. Og tá er tað ein stórur fyrimunur at sjúklingarnir kunnu skannast beinanvegin á staðnum, heldur enn at bíða eftir Smyrli, ella tyrlu at verða sendir til Havnar.











