Eitt stórt afturstig fyri føroyska mentan

Nú skulu vit eisini gjalda mvg av bókum, heldur ein arbeiðsbólkur undir fíggjarmálaráðnum. So verða bøkur 25% dýrari og tað er eitt stórt bakkast, sigur størsti útgevari í landinum

Bøkur og mvg

? Tað hevði verði eitt stórt afturstig.
Tað sigur leiðarin á Bókadeild Føroya Lærarafelags um úrslitið hjá einum arbeiðsbólki.
Tað er ein arbeisbólkur hjá fíggjarmálaráðnum, sum nú mælir til vit eisini skulu betala mvg av bókum.
? Hetta fer at gera bøkur 25% dýrari og tað verður eitt stórt afturstig fyri føroyska mentan og føroyskan mentanarpolitikk, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Lærarafelags.
Hann ivast ikki í, at avleiðingin av tí hevði verið, at fólk høvdu keypt færri bøkur.
? Sotatt hevði tað verið enn truplari enn tað er hjá føroyskum forløgum at fingið endarnar at rokkið saman. Og avleiðingin av tí hevði so aftur verðið, at tað hevði verðið truplari at givið bøkur út, tí so fáa forløgini minni pening at arbeiða við.
? Eg síggi fyri mær, at tað fer at verða ógvuliga nógv truplari at fáa endarnar at røkka saman, leggur hann afturat.
Hann vísur á, at í Íslandi hava tey ikki mvg á bókum og tað hava tey heldur ikki í Onglandi. Eisini í øðrum norðanlondum eru tey við at ganga somu leið.
Niels Jákup Thomsen sigur, at sjónarmiðið er netupp tað, at bøkur eru í eini serstøðu og at tað er neyðugt at stuðla bókaútgávu sum eitt lið í einum virknum mentanarpolitikki, tí eru tað lond.
Hann vísur eisini á, at skrivandi orðið er undir hørðum trýsti, bæði frá sjónvarpi og telduspølum.
Og júst í verður tað mett at hava alstóran týdning at royna at stimbra hugin at lesa, helst hjá børnum og ungum.

Nógv upp á spæl
Bòkadeild Føroya Lærarafelags er størsta forlag í landinum. Í fjør góvu tey 52 bøkur út og í ár verða tað 47 bøkur.
? Vit hava 2500 limir í bókaklubbanum. Tey flestu av hesum eru ung húski við børnum.
?Hetta eru mangan fólk, sum ikki hava so nógvan pening um hendi.Verða bøkurnar nú 25% dýrari, er vandi fyri, at tey fara at halda uppat at keypa bøkur tað er eitt ógvuliga stórt afturstig fyri børnini og tey ungu.
Hann ásannar, at mvg er stuðul til bókaútgávu.
? Men tað er tí, at politikarar hava hildið, at tað hevur verið vert at stuðla.
? Í Danmark er fult mvg á bókum og tað halda tey, sum fáast við nøkur, er eitt stórur vansi.
? Kanningar vísa, at júst í Danmark stendur illa til við lesiførleikanum hjá børnunum og teimum ungu.
? Men har er heldur ikki nógv gjørt við at stimbra lesihugin hjá teimum ungu og hjá børnunum.
Niels Jákup Thomsen sigur, at í Føroyum er eisini ein kanning gjørd, sum bendir á, at lesiførleikin hjá børnunum og teimum ungu er heldur einki at reypa av.
? Tí er tað ógvuliga óheppið, at bøkur nú kanska verða 25% dýrari, tí tað ber á skeiva borðið, tí tá er vansi fyri, at færri fólk fara at keypa bøkur.
? Og tí er tað ikki bara mvg lógin og nakrar krónur, tað snýr seg um. Tað er nakað nógv týdningarmiklari, sum stendur upp á spæl og tað eiga hava fyri eyga, sigur hann.

Ongin orsøk
Arbeiðsbólkurin hjá Fìggjarmálaráðnum sigur, at tað finst eingin góð grundgeving fyri, at bøkur skulu frítakast fyri meiriviðisgjald. Hetta er ein óbeinleiðis stuðul til bókasølu umvegis meirvirðisgjaldslógina, sum ikki er ætlað at vera ein stuðulslóg. Bøkur er ein vanlig vøra, eins og disklar og ljóðbond, sum eru meirvirðis-gjalds-skyldug. Sama er galdandi fyri tíðindabløð og prenting fyri tíðindabløð.






MYND AV NIELS JÁKUP ELLA AV BÓKUM

Verður mvg lagt á bøkur, er tað ikki bara mvg lógin og nakrar krónur, tað snýr seg um. Tað stendur nógv meiri upp á spæl enn so, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari í Bókadeild Føroya Lærarafelags