Eitt spilfrískt heilsuverk

Hóast trupulleikar eru at dragast við í føroyska heilsuverkinum, so er heilsuverkið í nógvum førum fult á hædd við tey í grannalondunum. Tað kom fram á trivnaðar- og heilsuráðstevnuni, sum varð hildin í síðstu viku

HEILSA OG TRIVNI
Ingi Rasmussen

Føroyska heilsuverkið virkar yvirhøvur sera væl.
Tað vísir spurnarkanningin, sum Trivnaðar- og heilsuráðið ger av almanna- og heilsustøðuni í Føroyum.
Talan er bara um eina ávegis frágreiðing, sum varð løgd fram á eini ráðstevnu, ið var í Norðurlandahúsinum í síðstu viku.
? Sambært spurnarkanningini virkar heilsuverkið í nógvar mátar sera væl. Vit kunnu eisini staðfesta, at nøgdsemið tykist størri á teimum báðum minnu sjúkrahúsunum enn á Landssjúkrahúsinum, sigur Eyðun Christiansen, sum viðger spurnarkanningina fyri Trivnaðarráðið.

Sparingar spilla
Hetta tykist vera eitt sindur í andsøgn við tað, vit javnan hoyra um sjúkrahúsverkið í Føroyum. Men sambært kanningini livir føroyska heilsuverkið í nógvar mátar við sítt fríska lív.
Treyðugt so eru eisini vakurleikablettir í kanningini, sum spilla glæstrimyndina eitt sindur. Onkrar deildir í heilsuverkinum vísa á sparingar, stongdar deildir og harav longri bíðilistar. Tvær deildir nevna ov lítla játtan til, at starvsfólkatalið er so høgt sum ásett, og hølisumstøðurnar eru heldur ikki nóg góðar á øllum deildum.

Nøkur verri fyri
Ábendingar eru eisini um í kanningini, at ávísar deildir ? ella ávísir sjúklingabólkar ? eru verri fyri enn aðrir í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Serliga Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum og røktardeildin hava trupulleikar at dragast við.
Partvíst er talan um ein innanhýsis trupulleika. Eitt nú áttu hølisviðurskiftini á psykiatriska deplinum at verið so fræg, at til bar at bjóða einakamar við WC til teirra, sum eru innskrivað á deplinum.
Ein annar trupulleiki liggur uttan fyri sjúkrahúsið. Stórur tørvur er á bústovnum, útslúsingarstovnum, verkstøðum og tilhaldsstøðum til teirra, sum hava verið til viðgerðar á deplinum.

Smátt er gott
Á teimum størru sjúkrahúsunum er nøgdsemið uppaftur størri enn á Landssjúkrahúsinum, og starvsfólk hava sterkar kenslur fyri sínum arbeiðsplássi.
? Stórur dentur verður lagdur á tann týdning, sum hesi sjúkrahús hava fyri bæði trivnað og tryggleika í nærumhvørvinum í ávikavist Norðoyggjum og Suðuroynni, dregur Eyðun Christiansen saman um kanningina higartil.
Líkt er sostatt til, at tað ikki altíð er ein bági, at vit eru smá. Hetta løgdu eisini fleiri av útlendsku gestarøðarunum dent á, tá teir hildu fyrilestrar á ráðstevnuni, og sambært teimum var føroyska heilsustøðan rættiliga góð sammett við grannalondini.

Brúkarin fær orðið
Higartil eru bara stovnar, feløg og deildir spurd um teirra hugsan um støðuna í føroyska almanna- og heilsuverkinum. Næsta stigið í kanningini er at spyrja brúkaran.
Kanningin hjá Trivnaðarráðnum skal eftir ætlan vera liðug á nýggjárinum, men tað er ivasamt, um ráðið megnar at koma við nøkrum úrsliti til ta tíð.
Bill Justinussen, landsstýrismaður við trivnaðar- og heilsumálum, segði tó í røðu síni, at hann fór at viðgera eina umsókn um at leingja tíðarfreistina við vælvild. Hann man vera glaður fyri at hoyra, at heilsuverkið ikki er so sjúkt, sum tað ofta verður gjørt til.