Tað kemur rættilgia illa við hjá Strandferðsluni at frætta, at tað kann ganga ein heilur mánaður enn, áðrenn stovnurin fær at vita, um hann fær meiri pening at arbeiða við
Strandferðslan hevur brúk fyri sjey milliónum afturat fyri at arbeiðið ikki skal steðga upp.
Hetta er ein støða, sum Standferðslan kom í, eftir at løgtingið noktaði fyri at ferðaseðlaprísirnir hækkaðu, samstundis sum løgtingið heldur ikki vildi játtað henni meiri pening á fíggjarlógini.
Ætlanin hevur verið, at hon skuldi fáa hesa upphæddina á eini eykajáttanarlóg, sum skuldi leggjast fyri tingið.
Eftir ætlanini, sum samgongan hevur lagt, verður tann fyrsta eykajáttanarlógin løgd fram nú í mars mánaði.
Lógin er nú til politiska viðgerð og tá ið tað er liðugt, verður hon løgd fram.
Eftir at hon er løgd framm skal viðgerðin ganga sína gongd so tað kann skjótt ganga ein mánaður, áðrenn Strandferðslan fær peningin.
Spennandi summar
Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hetta er ógvuliga óheppið.
Hann sigur, at øll skipini hjá Strandferðsluni skulu á beding einaferð um árið.
Alt tað arbeiðið plagar Strandferðslan at avgreiða, í góðari tíð um várið ímeðan lítið fólk ferðast.
? Men sum er, fáa vit onki gjørt, tí vit hava ongan pening.
? Og sum útlitini nú eru, fáa vit kanska ikki peningin fyrrenn um ein mánað, og sostatt verður tað heldur ikki fyrrenn tá, at vit kunnu leggja umvælingar eftirsýn til rættis, sigur Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni.
? Tað vil so aftur siga, at vit kunnu nóg illa byrjað uppá arbeiðið, fyrenn summarsiglingin er í hondum.
Tekniski stjórin sigur, at hann ivast ikki í, at hetta fer at fáa onkrar avleiðingar fyri ferðasambandið.
Hvørjar avleiðingar, tað kann fáa við sær, vil hann ikki útgreinað.
Men hann dylir ikki fyri, at hann sær fram ímóti einum ?spennandi? summari, tí hann væntar ikki, at alt ger at ganga, sum tað skal.
Smyril og Ternan ringast fyri
Magnus Magnussen sigur, at ringast fyri eru Ternan og Smyril.
Ternan skal hava ábøtur so at fólk kunnu sleppa turrskødd í bjargingarbátarnar.
?Tað skal verða gjørd áðrenn fyrst í juli, men tað eru heilir tríggir mánaðir at bíða eftir summari av útgerðini, sum skal umborð.
? Somuleiðis skal Smyril hava umfatandi ábøtur, sum taka minst ein mánað, kanska seks vikur.
Hann sigur, at fær Strandferðslan ikki eykajáttanina fyrrenn um ein mánaða, skal tað berast skjótt at.
? Men vit skulu eisini hava í huga, at tað er ikki vist, at skipasmiðjurnar eru klárar akkurát, tá ið vit eru klárar. Tá ið tað skal berast so skjótt at, kann tað henda, at skip koma at bíða eftir skipasmiðjuni.
Hann leggur afturat, at ætlanin var eisini at bjóða arbeiðini út. Men tað sær svart út, nú játtanin kemur so seint.
? Nú verður tað helst so, at skipini mugu á tað fyrstu og bestu skipasmiðjuni, sum tann taka tey. Og undir slíkum umstøðum eru kann tað væl henda, at umvælingar verða dýrari, enn tær annars høvdu verið, sigur Magnus Magnussen.