Eitt spennandi og øðrvísi ungdómkór

Síðani 1999 hevur TenSing kórið, Sound of Glory, verið eitt
virkið ungdómsarbeiðið her í Havnini. Tað var norski Vemund Svendsen, saman við KFUM og KFUK, ið tók fyrsta stigið at byrja eitt Tensing kór í Føroyum

Í 1998 kom norski Vemund Svendsen til Føroya at vitja saman við norska
Tensing kórinum BB. Árið eftir var hann biðin um at koma til Føroya at byrja eitt líknandi kór her heima. Tað var KFUM og KFUK, ið hildu, at slíkt kór vantaði í Føroyum. Í byrjanini var undirtøkan ikki tann stóra, men sum tíðin gekk, fingu meira og meira áhuga fyri Tensing.

Meinhard Arge Jensen var ein av teimum fyrstu luttkarunum í kórinum, og
summarið í 2000 kom Meinhard í nevnd, har hann sat líka til 2004, harav
tvey ár sum formaður. Í 2004 var Meinhard eisini voluntørur fyri KFUM og
KFUK saman við einum vinmanni úr Norra, Kristian Grepstad.
Tensingkórið verður fyrst og fremst stýrt av ungum í kórinum, og tað eru
tey, ið fáa kórið upp at standa. Øll í kórinum hava ábyrgd av, at kórið
mennist, við at koma við hugskotum og øðrum. Eisini eru ymiskar nevndir, ið allar hava sín leiklut í kórinum, fíggjarnevnd, miðlanevnd, programmnevnd, legunevnd o.s.fr. At Tensing er eitt sjálvstøðugt kór, ið er bygt av nevndum og luttakarum merkir, at eingin ræður yvir øllum. Men 20 ára gamli Meinhard er tann, ið samlar teir leysu endarnar og leggur teimum ungu lag á. Sjálvur vil hann ikki kalla seg ein høvuðsleiðara, men eitt slag av vegleiðara, ið er har at tosa við og vegleiða tey ungu í kórinum, og hetta virkar sera væl, sigur Meinhard Arge Jensen úr Havn.

Konsertir, tiltøk og uttanlandsferðir

Tey 6 árini Tensing hevur verið virkið kór, hava tey borðreitt við nógvum
konsertum, tiltøkum og uttanlandsferðum millum ár og dag.
Um høgtíðirnar hevur Tensing skipað fyri ymiskum tiltøkum saman við KFUM og KFUK. Serliga á Ólavsøku í basarinum hjá KFUM fáa tey savnað felagnum nøkur oyru saman. Eisini hevur Tensing havt tvær fløsku innsamligngar, ið eydnaðist sera væl.

Tensing syngur mangan til konfirmantafestir í KFUM ella KFUK. Eisini verður kórið mangan spurt, um tey kunnu syngja til ungdómsguðstænastur kring landið. Seinasta summar hevði Sound of Glory vitjan av tveimum vinarkórum úr Noregi, Bukkene Bruse og Hinna TenSing. Saman høvdu tey eina framúrskarandi konsert í Norðurlandahúsinum ið kallaðist "F0:05". Vinarkórini vóru eina góða viku í Føroyum, har tey sungu, vóru túrar, stuttleikaðu sær og knýttu nýggj vinarbond og mangt annað.

Tensing hevur ikki bert verið her heima og framført, tey hava so sanniliga
eisini verið uttan fyri landoddarnar. Bara hesi fáu árini kórið hevur verið
virki, hava tey verið víða, millum annað í Danmark og Norra, og í 2003 vóru
tey í Prag til ein Evropeiskan KFUM&K festival, har Tensing kór og onnur
arbeiði innan KFUM&K komu frá øllum heiminum. Lutakararnir úr teimum ymisku londunum framførdu við sangi og spæli. Ikki vóru færri enn 6.000 luttakarar, so hetta var ein sera stórur festivalur. Um dagin vóru kosertir, workshops og annað, men eisini var tíð at læra onnur fólk at kenna og bert hugna sær. Festivalurin var sera væl umtóktur, ikki bert ímillum teir føroysku Tensingararnar, men eisini ímillum hini londini - eitt upplivilsi tú aldrin gloymur - sigur Rakul Thomsen, ein av Tensing lutakarunum.
-Í ár eru eisini ætlanir um at fara út í heim. Hesaferð gongur leiðin til
Århus í Danmark, har ein stórur europeiskur Tensing-festivalur verður hildin
frá 30. juli til 3. august, har uml. 2.000 Tensingar møtast, framføra, hugna sær, og verða saman. Hetta minnir eitt sindur um festivalin í Prag, bara uppaftur betur! Eisini verður høvið at síggja vinarkórini aftur úr Norra, greiðir Birita Adela Davidsen frá. Hon er skrivari í høvuðsnevndini, ið samstarvar við hinar nevndirnar.
Birita greiðir víðari frá, at ætlanin er at savna pengar inn við
loppumarkna,fløskuinnsavnan, bilvaski og øðrum, men øllum hesum tekur
fíggjarnevndin sær av. Birita sigur at enda, at longu er nógv, ið hava teknað seg at koma við, so tað er bara at halda seg framat.


Feitt at ganga í Tensing

Rakul Thomsen 17 og Christina Jensen 16, hava báðar gingið í Tensing í nøkur ár, og tær báðar eru samdar um, at tað er feitt at ganga í Tensing.
Rakul hevur gingiðí trý ár í Tensing, og henni dámar ómetaliga væl. Hon
greiðir frá, at hon hevur lært sera nógv nýggj fólk at kenna,- Mær dámar
sera væl mátan kórið samstarvar, vit hjálpast øll at, og tað er eingin, ið
ræður fyri øllum. Hetta er eitt ungdómsarbeiði, og tað eru vit øll, ið fáa
kórið at virka, sigur Rakul við einum smíli.
Ígjøgnum árini, Rakul hevur gingið til Tensing, minnist hon serliga væl
túrin til Prag, -Tað var eitt upplivilsi fyri lívið, nýggj vinarbond vóru
knýtt. At standa á palli og syngja fyri so nógvum fólkum var bara sakin, tað
var ein ógloymandi ferð, og vit øll fóru heim aftur við nógvum góðum minnum í viðførinum.
Fjórða hvønn mikudag er tað dansur, drama, graffitti ella band, ið er á
skránni ístaðin fyri sang, har ein kann venja tað, ið hevur sín áhuga .
Rakul hevur staðið fyri drama framførslum. At venja drama er ikki heilt
óroynt fyri Rakul, hon hevur sjálv undirvíst drama í Sjónleikarhúsinum, har
hon eisini hevur gingið til drama í uml. 7 ár, so tað var so líka til, at
Rakul tók sær av hesum.
Rakul heldur, at tað er óført, at tað ikki bert er sangur, men eisini ymiskt
annað, so alt ikki verður so einstáttað.

Hetta er fjóðra árið hjá Chrstinu í Tensing, og hon hevur ongar ætlanir um
at gevast, -Mær dámar eisini sera væl í Tensing, ein fær nógvar vinir, og
vit syngja ikki bara, men tað er eisini tíð til fjant og fjas. Eisini dámar
Christinu sera væl tær tær ymisku legurnar, ið verða gjørdar trýggjar ferðir um árið til ymiskar bygdir.

Um hetta er nakað fyri teg, og ert tú ímillum 13 og 19 ár so ert tú vælkomin
til Tensing mikukvøld kl 19.00 -21.30. Siga tey í Tensing