Formil 1
Kimi Räikkönen vann ársins fyrstu formil 1 koyringina og sína fyrstu koyring fyri Ferrari, har hann avloysur sjeyfalda heimsmeistaran Michael Schumacher. Hann livdi sostatt upp til vónirnar, ið vóru til hann, tá Ferrari í fjør avdúkaði, at finnin hevði skrivað sáttmála við liðið. Hetta vikuskiftið var Ferrari besta liðið á breytini, og arvurin eftir Schumacher tyktist ikki tungur at lyfta. Men fleiri av hinum liðunum eru tætt við Ferrari, og munurin er somikið lítil, at lagt er upp til eitt spennandi kappingarár, har fleiri lið kunnu gera seg galdandi. Ikki minst verður hørð kapping millum liðfelagarnar í Ferrari.
BMW eru kappingarførir
Kimi Räikkönen byrjaði koyringina Alberts Park í Melbourne sera væl og helt seg á 1. plássi, meðan Heidfeld í BMW megnaði at fara framvið Mclaren bilunum. Eftir hetta var Räikkönen ongantíð undir trýsti og økti bara um munin, til hann var somikið langt frammanfyri BMW og McLaren, at sigurin var tryggjaður.
Tað gjørdist skjótt greitt, at ein av orsøkunum til sannførandi byrjanina hjá Heidfeld var, at hann hevði sera lítið av bensini í tanganum. Tá 14. umfør vóru koyrd noyddist hann í pittin eftir bensin og fyri at skifta dekk. Men við einum 4. plássi vísti Heidfeld, at BMW bilurin er kappingarførur í ár. Liðfelagin Robert Kubica, var eisini leingi við millum teir fremstu, inntil hann gavst við tøkniligum trupulleikum av 4. plássi.
Renault eru ikki kappingarførir
Verjandi heimsmeistarin fyri lið Renault, fekk eina ivasama byrjan á kappingarárið. Giancarlo Fisichella, ið vann hesa koyringina í fjør, koyrdi eina rættiliga ódramatiska koyring, har hann nærum alla koyringina lá umleið 5.-6. pláss. Hann byrjaði av 6. plássi og endaði á 5., eftir at Robert Kubica var givin. Liðfelagin og debutanturin Heikki Kovalainen, megnaði at fáa 10. pláss, men koyrdi somikið ofta av breytini, at tað gjørdist pínligt. Sum avloysari fyri heimsmeistaran hjá Renault, má sigast at Kovalainen skuffaði.
Tvey óhapp
Ein annar debutantur Adrian Sutil í Spyker-Ferrari gjørdi beinanvegin vart við seg á keðiligan hátt. Á fyrsta umfari rendi hann saman við Anthony Davidson í Super Aguri, bilurin hjá Davidson varð somikið illa skaddur, at Davidson ongantíð kundi gera vart við seg í koyrigikoyringini.
Eitt annað óhapp, ið kundi endað sera illa var, tá Alexander Wurz og David Coulthard rendu saman. Bilurin hjá Coulthard koyrdi uppum bilin hjá Wurz: Bilarnir fóru somikið illa, at teir báðir góvust. Men tað var heppið, at eingi fólkaskaði stóðst av óhappinum.
Favoritturin vónbrotin
Felipe Massa í Ferrari hevur í royndarkoyringum í vetur verið sannførandi. Tí vóru vónirnar stórar um eitt gott úrslit til brasiliumannin. Vónir, ið tíðarkoyringarnar fríggjadagin styrktu um. Massa var skjótasti maður á breytini. Men nøkur Ferrari oyru mundu vera sera reyð, tá annar partur av tíðarkoyringini var av.
Felipe Massa bíðaði til í síðstu løtu, við at royna at seta ein veruliga skjóta tíð. Men hetta gjørdist eitt sindur for trýst fyri brasiliumannin, ið koyrdi um ein kantstein við ov nógvari ferð, og skaddi bilin somikið, at hann ikki megnaði á mál. Men skuldi byrja av 16. plássi. Eitt motorskift leygarkvøldið flutti hann til aftasta pláss á breytini. Hann megnaði skjótt at koyra fram til Honda bilarnar á 13. og 14. plássi. Men tað tók honum alt ov langa tíð at koma framvið teimum, men við bert einum pittsteðgi og góðari koyring, megnaði Massa at koyra seg upp á sætta pláss. Eitt úrslit, ið er til at liva við, men als ikki eitt gott úrslit.