Eitt spennandi hondbóltsumfar er í væntu

Landsliðsvenjarin og hondbóltsviðmerkjarin, Birgir Hansen væntar eitt ógvuliga spennandi hondbóltsumfar, bæði hjá kvinnum og monnum.

 

Í fremstu kvinnudeildini tekur Kyndil ímóti Stjørnuni, har tað fer at verða síðsta útkall hjá Stjørnuni at verða við í kappingini um tað seinna finaluplássið. Í Vestmanna tekur VÌF/Tjaldur ímóti VB, og har kann taparin veruliga verða avsettur.

 

Í Atlantic Airways kappingini væntar Birgir Hansen ikki tann stóra spenningin millum StÍF og Team Klaksvík, har hann hevur strandingar sum stórfavoritt til at vinna dystin í høllini á Skála. Hinvegin dugir hann ikki at taka dagar ímillum Kyndil og H71 í høllini á Hálsi, og millum VÌF og KÍF í høllini í Vestmanna. Birgir metir tó, at tað er av alstórum týdningi hjá Kyndli at vinna, tí ein ósigur ímóti H71 ger, at teir grønu verða fimm stig frá einum finaluplássi.

 

Seinnapartin tosaði Rás2 við Birgir Hansen. Rás2 tosaði eisini við málverjan hjá StÍF, Levi Nybo. Levi Nybo viðgekk, at StÍF er ein stórur favorittur, men hann minti á, at seinast liðini møttust norðuri í Klaksvík megnaði Team Klaksvík at fylgja við ein rættiligan stóran part av dystinum.

 

KÍF-spælararnir Teitur Joensen og Rógvi Weyhe vitjaðu saman við VÍF-venjaranum, Henrik Gerster rásarúmið. Umboðini fyri KÍF og VÌF vóru ivaleys í - hvør í sínum lagi - at júst teir fóru at vinna.

 

Tað ber til at hoyra prátini við Birgir Hansen, Levi Nybo, Teit Joensen, Rógva Weyhe og Henrik Gerster undir greinini.