- Eg tulki fyrst og fremst hesa veljarakanningina sum eitt týðiligt varskó til øll fullveldisfólk í Føroyum. Kanningin er ein staðfesting av, at tað hevur eydnast sambandskreftunum í Føroyum at fáa føroyingar at síggja framtíðina og tað føroyska samfelagið í einum negativum ljósi. Tí eigur hendan kanning at vera eitt spark í dintilin hjá øllum fullveldissinnaðum fólki í Føroyum, er fyrsta viðmerkingin hjá formanni Tjóðveldisfloksins, Høgna Hoydal, til nýggju veljarakanningina, sum Fynd og Sosialurin hava gjørt í samstarvi við Føroya Tele.
Døpur framtíðarútlit
Formaður Tjóðveldisfloksins lýsir eina, fyri Tjóðveldisflokkin, dapra mynd av føroyska samfelagnum, um Sambandsflokkurin vinnur valið.
-Sambandsflokkurin hevur greitt boðað frá, at hann fer til Danmarkar at samráðast um at lima okkum endaliga inn í danska ríkið og ES. Umframt hetta hevur sambandsflokkurin eisini boðað frá, at hann fer at veita skattalætta til tey ríkastu. Úrslitið av hesum verður so, at vit um fá ár, tá landsskassin ikki longur megnar at bera sína byrðu, aftur mugu fara á biddaragongd á Christiansborg, greiðir Høgni Hoydal frá.
Framvegis optimistiskur
Hóast Høgni Hoydal viðurkennir úrslitið av veljarakanningi og ásannar, at veljarin ikki longur stuðlar Tjóðveldisflokkin, sum hann hevur gjørt, er hann framvegis optimistiskur og hevur enn ikki mist vónina.
- Eg havi sagt síðan valststríðið byrjaði, at tað er í mótburði, at mann skal vísa sína styrki, og eg havi tað sannføring, at tað fer at eydnast at fáa framtíðina á skránna áðrenn valið. Eg vænti ikki, at føroyski veljarin fer at siga nei til framtíðina og sítt egna land, tá hann fer inn í atkvøðuboksina, sigur formaður Tjóðveldisfloksins at enda.
Mynd: Høgni Hoydal
Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, heldur, at veljarakanningin eigur at vera eitt gimp í dintilin hjá øllum fullveldisfólkum
Mynd: Savnsmynd










