Eitt so vanligt gerandislív sum gjørligt

Fimm ungar kvinnur eru fluttar inn í nýggja bú- og viðgerðarstovninum hjá Almannaverkinum fyri ung við sálarsjúku

Í nýggja bú- og viðgerðarstovninum hjá Almannaverkinum fyri ung við sálarsjúku, eru tey ungu komin uppá pláss. Fimm ung fólk eru flutt inn í nýumvælda sethúsini, har høvuðsendamálið er, at tey ungu skulu fáa eitt so vanligt gerandislív sum gjørligt. Eitt lív, har tey í størst møguligan mun taka lut í samfelagnum.

 

Stovnurin er eitt nýbrot í Føroyum innan viðgerð til ung við sálarligum trupulleikum, sum  higartil einki serstakt tilboð hava havt. At flyta í egna íbúð hevur fyri tey flestu teirra ikki verið ein veruligur møguleiki, meðan tað bæði er dýrt og tungt fyri familjubondini at flyta til Danmarkar eftir viðgerðartilboðum.

 

Fyri mong teirra hevur úrslitið tískil verið, at einasta hjálpin, tá ringast hevur staðið til, hevur verið ein innleggjan á opna ella afturlatna deild á psykiatriska deplinum.

 

Starvsfólkið á nýggja stovninum fegnast um møguleikan at sleppa at arbeiða miljøterapeutiskt við ungu fólkunum. Sjúkurnar, sum tey ungu dragast við, hava stóra ávirkan á gerandisdagin og á persónligu sambondini og tískil er neyðugt at byggja gerandisdagin uppaftur av nýggjum.

 

- Miljøterapeutiska arbeiðið hevur til endamáls at fáa tey ungu at taka ábyrgd fyri sær sjálvum, sigur Oddbjørg Johansen, sum er dagligur leiðari á stovninum.

 

Ítøkiliga merkir tað, at arbeitt verður við øllum frá songjartíðum, at rudda eftir sær sjálvum, reinføri og annars at taka lut í øllum uppgávum, sum hoyra til fólk í tí aldri tey ungu eru. Men tað merkir eisini, at tey ungu verða styðjaði til at nema sær útbúgving, at ganga til frítíðarítriv og at byggja uppaftur persónligu sambondini.

 

- Stovnurin hevur sum greitt endamál, at fleiri ungfólk við sálarligum trupulleikum, skulu klára seg í samfelagnum enn áður.  Eitt ítøkiligt mál, sum starvsfólkið á stovninum hevur sett sær, er at í størst møguligan mun at avmarka innleggjanir  á psykiatriska depilin, sigur Oddbjørg Johansen.

 

Í løtuni búgva einans gentur á stovninum, men tað er av tilvild. Stovnurin skal rúma báðum kynum og í framtíðini koma ivaleyst eisini dreingir at búgva á stovninum, sum tekur ímóti ungum millum 14 og 23 ár.

 

Nýggi bú- og viðgerðarstovnurin fyri ungfólk við sálarsjúkur er eitt samstarv millum Almannaverkið og Psykiatriska depilin, sum bæði hava ábyrgd og ávirkan á visitering til stovnin. Í stýrisbólkinum fyri stovnin sita umframt umboð fyri Almannaverkið og Psykiatriska Depilin eisini umboð fyri Mentamálaráðið. Stovnurin er í Havn.