Hatta kom rættiliga óvart á. Tað sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Og tað sigur hann í kjalarvørrinum á, at partamaður hansara, Heðin Mortensenin, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, borgarstjóri í Havn, og formaður í Kommunufelagnum, hevur ført fram, at tað er neyðugt, at útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum í Suðuroy, eisini verða atkomuligar norðanfjørðs, tí tað eru ikki øll, sum kunnu fara til Suðuroyar at ganga í skúla.
Les eisini: Skulu ikki noyðast til Suðuroyar at ganga í skúla
Hetta er ein spurningur, sum hevur verið frammi fleiri ferðir, men Bjarni Hammer sigur, at tíbetur eru øll álopini víst aftur og bard niður, sum hann málber seg.
– Hesi álop eru so ofta sett fram, at tað mest av øllum minnir um eina skøvaða plátu. Tað er bæði troyttandi og tyngjandi fyri starvsfólk, næmingar, suðuroyingar og øllum teimum, ið kundu hugsað sær at nomið sær hesa frálíku útbúgving, heldur Bjarni Hammer.
Men hann sigur, at tað kemur óvart á hann, at eisini Heðin Mortensen er farin upp í hetta kórið og hann kallar hetta eitt snarálop av teimum minni vøkru. Hóast Heðin Mortensen pakkar tað inn í føgur orð, er veruliga ætlanin enn ein roynd at avtaka Føroya Heilsuskúla og seta á stovn ein nýggjan í Tórshavn, sigur Bjarni Hammer.
– Foreldur í Tórshavnar kommunu rópa neyðarróp um vánaligu, ótryggu umstøðurnar í barnaansingini og Bjarni Hammer spyr um hetta álopið, ein roynd at flyta tankarnar frá barnaansingini til eldraøkið.
– Brúkið heldur orkuna uppá tykkara egnu trupulleikar, áðrenn tit leggja eftir, og niðurgera, Føroya Heilsuskúla, sigur Bjarni Hammer.
Hann sigur, øll vita, at tað er ikki pláss fyri fleiri heilsuskúlum í Føroyum og hann heldur, at tað er løgið, at summi framstandandi fólk ikki geva sær far um, at Føroya Heilsuskúli er kanska besti skúlin av sínum slag í norðurlondum og hann er ein sólskinssøga í føroyskum skúlahøpi.
– Tað vil taka tíggjutals ár at menna ein líknandi skúla, sum núverandi Heilsuskúla í Suðuroynni, sigur Barni Hammer.
Hann mælir heldur til at Heðin Mortensen, og øðrum til at gevast at tosa niðrandi um skúlin, og heldur arbeiða fyri at útbyggja verandi tilboð á Føroya Heilsuskúla, so at skúlin kann taka fleiri næmingar inn, soleiðis at hann kann taka ein flokk afturat um árið.