Trygvi Danielsen við nýggjum stórverki: hey :)

Í dag, 7. november 2025, útgevur Sprotin eitt nýskapandi verk eftir Trygva Danielsen. Bókin eitur hey :) og hevur undiryvirskriftina TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ.

Talan er um eina heilt serstaka bók, sum brýtur upp úr nýggjum í føroyskari bókmentasøgu. 

 

 

 

Bókin telur 900 síður, ið eru uppsettar í talgildum kjatt-formati og siga søguna um ein ungan mann, sum roynir at fáa samband við sín gamla vinmann umvegis netborið kjatt.

 

 

 

- Eg stúri fyri, hvussu fólk fara at taka ímóti bókini. Nógv halda sikkurt, at hon snýr seg um meg, men tað er í mesta lagi hálvi sannleikin. Hetta er eitt fiktiónsverk, men tað tekur ofta støði í veruligum kenslum, sum eg havi merkt í mær sjálvum ella sæð í øðrum.

 

 

 

Soleiðis sigur Trygvi Danielsen um verkið og heldur fram:

 

 

 

- Eg vildi raka eitt løgið tonalt millumstað, sum hvørki er yrking, prosa, leikrit, ritroynd, yrkistekstur, kjatt ella facebook dagføring, men sum liggur onkustaðni ímillum øll hesi.

 

 

 

Hvat eyðkennir hetta verkið?

 

 

 

- Teksturin er intensur. Hann kavar niður í tey myrkastu evnini í heiminum í dag. Har er øgiliga nógv pína í verkinum. Hetta dámar mær væl, og eg ræðist tað illa. Helst er tað júst orsakað av óttanum, at mær dámar tað. Tað merkir kanska, at teksturin rakar okkurt veruligt, og hann vil gjarna raka so djúpt og hart sum gjørligt, samstundis sum hann skal vera eymur og sárbærur, sigur høvundurin.

 

 

 

Bókin snýr seg eisini um heimsins undirgang. Hetta evnið verður granskað úr øllum møguligum sjónarmiðum; geologiskum, søguligum, mýtologiskum, religiøsum, sálarligum, andaligum, samfelagsligum, politiskum og framtíðarligum.

 

 

 

Hví hetta evnið?

 

 

 

- Tí eg merki óttan fyri framtíðini. Tað er ein ítøkiligur partur av okkara samtíð, at okkara søgur síggja onga framtíð fyri sær; í øllum førum ikki við bjartskygni. Eg vildi kanna hetta nærri og kanska skapa grundarlag fyri nýggjum søgum um framtíðina, sum hvørki eru dystopiskar ella utopiskar, men innihalda eitt realistiskt ljós – protopiskar, kanska.

 

 

 

hey :) TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ fæst í bókahandlunum nú fríggjadagin 7. november.

 

 

 

Bókaframløga verður hildin í Norðurlandahúsinum til Bókadagar 15. november klokkan 18.

 

 

 

LES EISINI: Ummæli eftir Kinnu Poulsen

 

LES EISINI: Ummæli eftir Birgir Kruse

 

 

 

##med2##