Eitt slag av uppreisn

Neistin fekk ikki vunnið seg uppeftir á stigatalvuni, men tær sigraðu í seinastu grannauppgerðini, og tað telur eisini eitt sindur rætta vegin

Kvinnuhondbóltur

Bæði Neistin og Kyndil høvdu ætlanir um heiðursmerki, tá farið varð undir kappingarárið.
Undan seinasta dystinum var tó greitt, at soleiðis skuldi tað ikki verða, og tí var tað fyrst og fremst æran, sum stóð upp á spæl leygardagin.

Og hon hevur nú heldur ikki so lítið at siga hjá hesum feløgunum. Áskoðararnir á Hálsi vórðu eisini vitni til ein spennandi dyst, har munurin ongan tíð var hin heilt stóri, men har Neistin í seinasta enda dróg longra stráðið.
Tað var eisini alla tíðina Neistin, sum vóru á odda í dystinum. Eitt skifti hóttu tær eisini við at taka seg somikið langt frá, at øll vón hjá Kyndli mundi dottið niðurfyri, men við trimum málum á rað fekk Kyndil tó aftur skapt spenning í. Tær vunnu seg upp á javnt, men tá Neistin so fimm minuttir fyri leiklok fekk trý mál á rað, mundi tað vera liðugt í so máta.
Sum sagt, so hevði úrslitið tó onga ávirkan á samlaðu støðuna, har liðini endaðu ávíkavist nummar fimm og seks. Ein støða, sum tey avgjørt ikki eru nøgd við, og lítið er at ivast í, at tankarnir nú fara at leita eftir møguligum frágreiðingum, soleiðis at hetta kann betrast til komandi ár. Til tað eru eisini nakrir mánaðir, og megna bæði liðini at halda fast í hópunum, sum tey høvdu nú við kappngarlok, so er lítið at ivast í, at tey í nógv størri mun eru førar fyri at geva oddaliðunum í deildini ein skarpan gang.

Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 19-18 (10-7)
Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte 6(2), Ása á Neystabø 4(2), Súna Mørk 3, Mildrið Jacobsen 3, Christina Holm 2, Jórun Ludvig 1
Kyndil: Sonjha Smiljic 6(6), Annika Thomsen 3, Iliana Manolescu 3, Annika Ljósstein 2, Heidi Maria Akselsen 1, Jensia Petersen 1
Brotskøst: Neistin 6, Kyndil 6
Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 3
Dómarar úr H71/TB: Jákup Símun Simonsen & Birgir Dimon