Símun Eliasen segði við kykmyndirnar hjá portalinum eftir dystin, at sigurin var av stórum týdningi fyri hansara lið.
– Tað var týdningarmikið, at vit vunnu henda dystin. Hann var líkasum eitt slag av finalu á sama hátt sum B36-dysturin var tað, og tí er tað óført, segði Símun Eliasen.
Fuglfirðingurin á vinstra bakki hjá EB/Streymi metti annars, at sigurin á NSÍ var uppiborin, har EB/Streymur eftir ein javnan fyrra hálvleik var betri í seinna.
Jónhard Fredriksberg tapti saman við liðfeløgum sínum fyri aðru ferð í ár. Honum dámar lítið at tapa og ásannaði í samrøðu, sum kann síggjast á www.portal.fo, at úrslitini teir báðar seinastu dystirnar hjá NSÍ, ikki hava verið eftir teirra høvdið.
Á www.portal.fo eru kykmyndir frá dystinum millum EB/Streym og NSÍ, har frálíka málið frá John Hera Dam sæst, umframt at samrøðurnar við Símun Eliasen og Jónhard Fredriksberg eisini eru at finna har.










