Eitt skot og annað

- Vit spældu har úti við Skansan, og so kom mamman og segði, at nú fóru menninir at spreingja. So máttu vit bara fara eitt sindur burturfrá, siga fimm gentur úr Havn.

Týsdagin upplivdu hesar fimm genturnar nakað, sum tær neyvan munnu hava sæð so ofta: At nakrir menn sprongdu niðri í fjøruni har Yviri við Strond.
Hesar fimm genturnar og ein drongur spældu har í nánd, tá nakrir menn, sum arbeiða við at leggja ein kloakk, fyrireikaðu seg til eitt skot.
Mamma ta einu gentuna kom oman til børnini, og bað tey fara eitt sindur burturfrá.
Á henda hátt kundu tey síggja tað, sum fór fram, samstundis sum tey vóru uttanfyri sjálvt arbeiðsøkið, um okkurt ikki gekk sum tað skuldi.
Fyrst blástu menninir tríggjar ferðir í eitt horn, og síðani var sjálv spreingingin, sum ljóðaði nokkso har í oyrunum á børnunum. Eftir ta væleydnaðu spreingingina blástu teir aftur í hornið, fyri at vísa at nú var vandin av.
Og so høvdu børnini upplivað, hvussu ein ber seg at við at spreingja fyri eini kloakk Yviri við Strond í Havn.
Aftaná fóru børnini niðan á sjálvan Skansan at spæla. Har dáma teimum serliga væl at spæla rundan um tær stóru kanónirnar, sum har eru.
Tíbetur loystu tær einki skot av!