Eitt skip vendi aftur

Føroya Skipara- og Navigatørfelag klagar eisini um, at fimm fiskiskip loystu jóladag við kós móti Hetlandi.

 

Eins og Føroya Fiskimannafelag metir Føroya Skipara- og Navigatørfelag, at hetta er sáttmálabrot, og Annfinnur Garðalíð sigur, at felagið ringdi umborð á skipini at greiða frá sínum sjónarmiðum.

- FSN ringdi umborð, og gjørdi teimum greitt, at hetta var í stríð við sáttmálan, og bað teir venda heim aftur, men einki batti. Felagið fekk bræv frá hesum skipum, við frágreiðing um, hví teir valdu at gera hetta. Søgan var tann, at teir fingu ikki loyvi at flyta, ikki fiskaðu kvotuna, til 2016, og illveður hevði verði á leiðini, segði Annfinnur Garðalíð í formansfrágreiðing síni til aðalfundin, sum hevur verið í dag.

 

Hann greiðir frá, at eitt fimta skip valdi at loysa eisini, men hesin valdi at venda aftur og lá so á Tvøroyri til beint eftir midnátt sunnunáttina. 

 

Meðan Føroya Fiskimannafelag hevur boðað frá, at teir taka málið víðari til Fasta Gerðarættin, er ikki greitt, um Føroya Skipara- og Navigatørfelag ger meiri við málið.