Eitt skattatekniskt bluffnummar

Frank Davidsen
-------------
Meðan fjøldin av føroya fólki seinastu 2 vikurnar í spenningi hava gjørt seg til reiðar, at koma inn í lovaða skattaparadísið, sum Fólkaflokkurin borðreiddi við upp til løgtingsvalið, gjørdist veruleikin hjá veljaranum ein heilt annar.
Herrópini  áðrenn løgtingsvalið vóru millum annað, at nú skuldi tað veruliga loysa seg fyri Marsannu og Palliba at arbeiða, og ikki at tala um hjá pensjónistum. Fjøldin sá fyri sær, at avleiðingarnar av skattalættanum komu at hava við sær, at arbeiðandi fjøldin fór at bróta svøvn, tí nú skuldi arbeiðast nógv. Handverkarar, húsasmiðir, heimahjálparar, pedagogar, sjúkrarøktarfrøðingar o.s.f. komu at merkja hesa tsunamiuna av skattalætta, sum kom at geva okkum ein búskaparvøkstur, um ikki er sæddur áður.
 
Lovaði skattalættin hjá fólkaflokkinum hevur veruliga víst fjøldini, hvat borgarligur politikkur er nevnliga, at tey sum eiga nógv frammanundan, skulu sambært teirra politisku ideologi hava meira. Hetta hevur so við sær, at  tað verður soltið hjá teimum á niðastu rókunum.
 
Sum dømi kann nevnast, at hevur tú eina ársinntøku frá 120.000 til 180.000 verður skattalættin kr. 67,00 um mánaðin. Ein ársinntøka á kr. 240.000 , ca. Kr. 20.000 um mánaðin fær ein skattalætta á kr. 167 um mánaðin. Er ársinntøkan kr. 300.000 ca. 25.000 um mánaðin verður skattalættin kr. 667. Fara vit so hinvegin upp á tær hægru røkurnar, kemur skjótt til sjóndar, at her snýr tað seg ikki um ein ella tveir hundraðkrónuseðlar í skattalætta um mánaðin.Nei ,her eru ongar smáligheitir, tí nú er gávumildni skattalættin ørvísi enn á niðastu rókunum.
 
Er ársinntøkan hjá tær kr. 540.000 ca. 45.000 um mánaðin, verður skattalættin kr. 3.267 um mánaðin, ella kr. 40.000 árliga. Er ársinntøkan kr. 780.000 ca. 65.000 um mánaðin, verður skattalættin kr. 5.117 um mánaðin, ella kr. 61.400 árliga. Er ársinntøkan 1.000.000 verður skattalættin kr. 6.833 um mánaðin, ella 82.000 árliga o.s.f.
 
Inntøkurnar frá kr. 180.000 til kr. 300.000 árliga geva í miðal kr. 450 í skattalætta um mánaðin. Løgmaður segði tað so greitt, at inntøkurnar frá handverkarum, heimahjálarum, pedagogum, sjúkrarøktarfrøðinum, flakaskerarum o.s.fr. gjalda so lítið í skatt, at tað var eingin meining at geva teimum skattalætta. Jú sanniliga, hetta er skattalættin, sum 70 % av løntakarafjøldini hevur fingið í skjáttuna frá borgarligu flokkunum. Samstundis væntar borgarliga harkaliðið, at tað vegna skattalættan verður gravgangur hjá arbeiðarafjøldini eftir at arbeiða yvirtíð, og at ófriður kemur at taka seg upp á teimum ymisku arbeiðsplássunum, tá allir  yvirtímarnir skulu realiserast.
 
Eingin ivi er um, at hetta ósosiala uppskotið kemur at hava við sær, at gjógvin millum tey á niðastu rókunum og tey á ovastu rókunum  fer at vaksa. At formaður miðflokksins skuldi avreiða sína politisku sál og stuðla hesum uppskotið mundi koma óvart á mong.
 
Í sínum gramleika eftir “forventet fangst” verður  lagt eftir eftirlønarskipanum hjá løntakarum. Tað sigur okkum so mikið, at borgarligu politikarnir onga  virðing hava fyri tí ættarliði, sum hevur uppspart sær eftirløn. Sama má sigast um nógv umtalaðu eldrabylgjuna, sum nú verður slept uppá fjall, tí peningur skal brúkast til at fíggja eitt politiskt stunt hjá einum flokki upp til løgtingsvalið. Politikarnir kunna sita og sóla sær við óhoyrt høgari pensión, sum sjálvandi  ikki verður ávirkað av tí avgerð teir nú taka, um at taka grundarlagið undan okkara eftirlønarskipanum.

Heldur enn eitt búskaparligt frambrot, gjørdist skattalættin eitt neyðaregg, og at billa føroya fólki inn at skattalættin kemur at viðfør fólka og búskaparvøkstur, hevur einki við veruleikan at gera. Sama arbeiðarafjøld og tryggingarfeløg skulu fíggja skattalættan. Avleiðingin verður at avkastið hjá brúkanunum verður munandi skert, samstundis sum kappingin hjá tryggingarfeløgunum mótvegis útlendskum tryggingarfeløgum kemur helst í ringasta føri at hava við sær, at øll tann føroyska eftirlønarskipanin fer fyri bakka.
 
Harafturat ætlar borgarliga samgongan við sínum løtuvinningspolitikki, at landskassin skal kjósa sær allan skattin av pensjónspeninginum, og at kommunurnar ikki skulu fáa part í hesum peningi, samstundis sum millum annað  eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar. Avleiðingarnar av hesum verða at kommunurnar verða noyddar at hækka kommunuskattin, og so er ruðuleikin fullkomin, eina og aleina av einum politiskum stunti upp til løgtingsvalið.