ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, vil hava altjóða samfelagið at taka sær um reiggj, eftir at ST-eygleiðarar taldu meiri enn 92 lík í sýriska býnum Houla í gjár. Av teimum 92 vóru 32 børn.
-Tey, sum hava ábyrgdina av hesum brotsverki, skulu standa til svars fyri tað, siga Ban Ki-moon og undanmaður hansara, Kofi Annan, í einari felags fráboðan. Teir siga, at talan er um eitt skakandi og eirindaleyst brotsverk, sum setir altjóða lóg til viks.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur, at USA fer at arbeiða saman við altjóða samfelagnum fyri at leggja trýst á sýriska forsetan, Bashar al-Assad, og hansara stýri.
-Tey, sum hava framt hesa ræðuligu gerð, skulu eyðmerkjast og revsast, sigur Hillary Clinton.










