Eitt sjálvstøðugt Skotland fær trupulleikar við ES

ES ávarar nú skotar ímóti at loysa frá Bretlandi.

Tað eru ikki bara stjórnin í London og teir bretsku flokkarnir, sum ávara skotar ímóti at atkvøða ja, tá fólkaatkvøða verður um loysing tann 18. september. Nú ávarar formaðurin í ES-nevndini, Jose Manuel Barroso, eisini skotar. 

 

-Tað verður sera torført og kanska heilt ógjørligt at lata eitt sjálvstøðugt Skotland fáa limaskap í ES, sigur hann. 

 

Í samrøðu við BBC sigur Barroso, at hann ætlar sær ikki at leggja seg út í kjakið um loysing ella ikki, men hann sigur tó, at tað verður torført at fáa limalondini at góðtaka eitt nýtt limaland, sum hevur sín uppruna í einum øðrum limalandi. Í hesum viðfangi vísir hann á ta sponsku mótstøðuna ímóti at viðurkenna Kosovo.

 

Eftir reglunum hjá ES noyðist eitt land, sum tekur loysing frá einum limalandi, at søkja av nýggjum um limaskap fyri at verða verandi í samveldinum.

 

Skotski varafyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, vísir ávaringini frá Barroso aftur, og hon heldur samanberingina millum Skotland og Kosovo vera láturliga.

 

-Veruleikin er, at einki limaland í ES hevur sagt, at tað fer at nýta sýtingarrættin fyri at forða fyri, at Skotland verður verandi limur, sigur Sturgeon.