Eitt sjáldsamt undantak

Framkomna læknavísindin hevur gjørt tað møguligt at bjarga ov tíðliga føddum í alsamt yngri aldri.

Fyri bert tíggju árum síðani varð mett, at børn, ið vigaðu undir túsund gramm, fóru neyvan at yvirliva. Síðani tá hava læknar uttanlands bjarga børnum heilt niður ímóti 500 grammum.

Men vandi er altíð fyri, at tey sum vera alt ov tíðiliga fødd fáa mein av hesum. Tí hevur tað eisini verið ein etiskur spurningur hvussu langt farast skal.

Ragnhild er eitt sjáldsamt undantak, heldur Odmar Færø, barnalækni, sum var um gentuna í síni tíð.

-Ragnhild er ein sunn og røsk genta. Tað var ein sólstrálusøga, sigur læknin. Hann vísir á, at Ragnhild samstundis var ein stór og lærurík avbjóðing fyri sjúkrahús og starvsfólk.

-Tað var mirakuløst at tað skuldi ganga so væl. Tað gjørdi okkum bjarkygdari, tá tað ræður um at taka ímóti ov tíðiliga føddum.

Ragnhild er tó ikki longur einsamøll um sítt met. 6. oktober í ár var ein drongur føddur á landssjúkrahúsinum, sum eisini vigaði 700 gramm.

Drongurin varð fluttur til viðgerðar á sjúkrahúsi í Aberdeen, og sum skilst gongst framá hjá honum.