Eitt sindur um kommunu­saman­legging

Niels Olaf Eyvindsson
------

Hvussu eru kommunur fyri og hvat viðferð fáa kommunurnar ?
Sum fyrr sagt so stóðu allar kommunurnar í Suðuroynni saman um eftirskúlabyggingina í Hvalba. Hetta bleiv kveistra av borðinum av landsmynduleikunum. Tað var vælvildin Suð­ur­oygg­in fekk, tá Suður­oyggin setti eitt 100 % felags ynski fram yvir fyri lands­myndugleik­an­um.
Er nøkur trygd fyri, at lurta verður betur eftir Suðuroynni, um oyggin er ein kommuna ?
Eitt annað skúla­dømi er: Hvalbiar Komm­­unu hevur í fleiri umførum vent sær til lands­myndug­leikan um at fáa endurgjald fyri stóra skaðan havnalagið fekk fyri nøkrum árun síðan, men hetta hevur eisini verðið kveistra av borðinum. Sjálvt um end­ur­gjald er latið øðr­um fyri somu ódn.
Hvat ávirkan hev­ur ein kommunu­saman­legging á borgaran? Ein góður spurningur, ið kann svarast av øllum – alt av­gerandi er hvar tú er staddur.
Hvat er kommunu­skatta­­prosenti í dag? Hvussu verður komm­unu­­skatta­prosenti eftir eina samanlegging ?

Dømi 1:
Húski A rindar í dag kr. 100.000 í kommunu skatti um árið og eftir eina kommunu­saman­legging við kommunu­skatta­broytingum skal sama húski rinda kr. 115.000 um árið !
Húski B rindar í dag kr. 100.000 í komm­unu skatti um árið og eftir eina komm­unu­saman­legg­ing við kommunu­skatta­broytingum skal sama húski rinda kr. 95.000 um árið !
Dømini eru um tvær familjur, ið í dag gjalda somu upphædd í kommunuskatti, men tí verri búgva tey hvør sína megin ánna. Hvussu langt heldur sam­halds­festi ? Hvør vil gjalda meira fyri at onkur skal gjalda minni ? Hvør vil gjalda minni fyri at onnur skulu gjalda meira ?
Óivað hava hesi bæði húski hvørt sítt svar til kommunusamanlegg­ing!
Hesi húski hava nokk spurningar, ið ikki eru settir og ikki eru svar­aðir enn !
Húski A kemur at gjalda meira og húski B kemur at gjalda minni enn í dag. Hinvegin koma bæði húskini at gjalda tað sama í komm­unuskatti um inntøkan er tann sama hjá báðum húskjum.