Eitt sindur um GUNNELYG BERG

20 ára gamla Gunnleyg Berg, sum er úr Havn, fekk í september í fjør boð um at koma til royndarvenjing í hondbólti í Vestmannaoyggjum. Hon tók av og skrivaði sáttmála við IBV frá 1. oktober 2000 til 1. mai 2001.

 

-Tað sum eg í høvuðsheitum geri her, er at spæla hondbólt og tað er tað eg livi av, sigur Gunnleyg. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi roynt hetta at vera »proffesionellur« leikari. At byrja við var tað sera ringt at venja seg við at hava sítt fremsta frítíðarítriv sum arbeiði, sigur hon. Men eftir at jólini eru farin aftur um bak, so haldi eg, at eg trívist bara betur og betur, sigur Gunnleyg, sum leggur afturat, at hon heldur, at tað at ein trívst, eisini gagnar hondbóltsspælinum.

- Í løtuni spæla vit semifinalurnar í endaspælinum, um at gerast íslandsmeistarar, sigur Gunnleyg. Vit spældu fyrsta semifinaludystin týsdagin og har vunnu vit 25-23, síðani skulu vit spæla ávikavíst hósdagin og leygardagin (í dag). Um vit vinna ein av hesum dystunum, sum vit sjálvandi ætla okkum, so eru vit í finaluni, sigur ein stríðsfús og vælnøgd Gunnleyg Berg úr Vestmannaoyggjum.

Í finaluni eru fimm dystir móti sama liði. Og tann sum vinnur tríggjar dystir er Íslandsmeistari.