Eitt sindur um Amalie Malling


Amalie Malling er fødd í Lübeck, foreldrini eru donsk. Hon hevur fingið útbúgving hjá Herman D. Koppel í Keypmannahavn, hjá Hans Leygraf við Staatliche Hochschule für Musik í Hannover, og hjá Alfred Brendel.

Síðani 1972, tá Amalie Mallin vann 1. virðisløn í norðurlendsku kappingini »Den Nordiske Musikkonkurrence«, hevur hon havt eitt umfatandi konsertvirksemi sum solistur og kamarmusikari, bæði í Danmark og í Europa, USA, Kanada og Japan. Hon hevur fingið tillutað fleiri tónleikavirðislønir, harímillum »Jacob Gads legat«, »Musikanmelderringens Kunstnerpris«, »Gladsaxe Musikpris« og »Tagea Brandts Rejselegat«. Tey seinastu árini hevur Amalie Mallin verið i føstum samarbeiði við cellospælaran Morten Zeuthen, við Kontrakvartettina og við Esbjerg Ensemblet. Harafturat er hon hetta seinasta árið farin undir eitt spennandi samstarv við sopranin, Henriette Bonde Hansen, og floytuspalaran, Jane Thomsen.

Amalie Malling hevur spælt inn fleiri fløgur, bæði einsamøll (m. a. verk eftir Schumann og núlivandi danskar komponistar), saman við Kontrakvartettini (verk eftir Peter Heise) og sum solistur við Collegium Musicum og Radiosymfoniorkestrinum (klaververk eftir Schumann og Schönberg). Hon hevur fløguinnspælt Kuhlas og Griegs klaverkonsertir saman við Radiosymfoniorkestrinu og Otto Mallings klavertrio (saman við Elisabeth og Morten Zeuthen) og klaverkonsert við RAdioundirhaldsorkestrinum.

Síðani 1981 hevur Amalie Malling verið dosentur á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium.