Eitt sindur minnið av svartkjafti

Tað er eitt sindur minnið av svartkjafti fiska í ár, í mun til sama tíðarskeið í fjør

Nú er tíðin tá nótaskipini fiska svartkjaft í føroyskum øki. Sambært heimasíðuni hjá Vørn undir fráboðaðari veiðu, so fiskiskapurin higartil í ár, á leið sama støði sum í fjør.

 

Hesa tíðina í fjør vórðu uml. 43,000 tons av svartkjafti fiskaði føroyskum øki, í mun til góð 36,000 tons higartil í ár.

 

Føroyska kvotan á svartkjaft er 476.901 tons í 2017.

 

Heimasíðan hjá fiskamarknaðin skrivar, at fleiri eru úti til fiskiskap og at fiskaríið er brúkiligt fyri tey flestu og at fleiri væntast at koma inn at landa komandi dagarnar.

 

Seks línuskip eru eisini á Flemish Kap, fimm frysta og ein ísar fiskin. Væntandi fara øll at sigla heim í vikuni og landa í aðru viku. Felagskvotan á Flemish Kap er 3114 tons. Higartil eru 2420 tons fiskaði sambært fráboðan.