Fleiri hátrýst í ein útsynning úr Íslandi senda komandi dagarnar brúgvaløg inn yvir Føroyar av útsynningi.
Í dag verður stívt andøvgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Turt og fyrst sólglottar, síðani skýggjað og frá í nátt stundum regn. Hitin alt døgnið millum 2 og 7 stig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og seinni suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 6 og 9 stig. Um náttina øtlar hann vindin up í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av vestri og suðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum út á náttina øtlar upp í strúk í vindi, 13 m/s. Skýggjað og møguliga regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Mest skýggjað og stundum regn og hitin um 8 stig. Um náttina millum 4 og 7 stig.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/, sum út á dagin makar eitt vet. Samdrigið og okkurt æli, men eitt bil skýggjað og møguliga regn. Hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina øtlar hann vindin og verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og hitin millum 1 og 5 stig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi alt døgnið, 8 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 1 og 5 stig.