Á skipasmiðjuni MEST eru teir byrjaðir upp á tvíkiljurnar, sum Bakkafrost hevur bílagt til sítt alivirksemi. Tvíkiljurnar verða 15x8 metrar stórar.
- Arbeiðið byrjaði í byggihøllini, tá Oddvald Olsen, deildarleiðari fyri alingini hjá Bakkafrost, trýsti á startknøttin til sjálvvirkandi skeraran, sum sker stálið til tvíkiljurnar.
Á heimasíðuni hjá MEST vita tey at siga, at hesar báðar tvíkiljurnar verða nýbygningar nummar 109 og 110 hjá skipasmiðjuni.
Sáttmálin um tvíkiljurnar varð undirskrivaður í mai mánaði í ár, og hjá MEST fegnast tey um, at henda uppgáva er litin teimum í hendi at fremja.
‐ Tað hevur verið ein spennandi uppgáva at sniðgeva tvíkiljurnar, og saman við Bakkafrost hava vit lagt okkum eftir at finna fram til besta sniðið, tillagað føroysku viðurskiftunum.
Mouritz Mohr leggur dent á, at tvíkiljurnar skulu verða eitt gott og brúkiligt arbeiðspláss, og so leggur MEST eisini dent á, at arbeiðsbátarnir skulu verða eitt sindur fyri eygað, sum hann tekur til.