Eitt sindur flóvisligt hjá Poul Michelsen

- Vit hava verið ótrúliga smálig, heldur hann

Peningurin, sum er settur av á føroysku fíggjarlógini til neyðhjálp og menningarhjálp, er so lág, at eg eri eitt sindur foyur av tí.

 

Tað staðfestir Poul Michelsen, landsstýrismaður.

 

Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Miðflokkinum um at føroyingar skulu senda skip í Miðjarðarhav at bjarga flóttafólkum, sum annars drukna í hópatali á veg tvørtur um havið í lítlum og skirvisligum bátum.

 

Poul Michelsen heldur, at tað er hugaligt at málið verður reist, og at politikarar vísa tí vælvild.

 

Hann vísir á, at tilsamans eru bara 3,5 milliónir settar av á fíggjarlógini til neyðhjálp og menningarhjálp, og av teimum er ein millión markað til neyðhjálp.

 

Poul Michelsen ásannar, at hetta talið er so lágt, at hann er eitt sindur foyur av tí.

 

Hann vísir á, at ST hevur mælt til, at eitt land sum Føroyar skuldi játta tætt upp ímóti hundrað milliónum til endamálið.

 

- Hetta er ikki fyri at lætta okkum um samvitskuna, men tí at tað eru fólk úti í heimi, sum hava brúk fyri hjálp. Eg vóni at Løgtingið og Landsstýrið vilja leggja størri dent á neyðhjálp og menningarhjálp, og ikki bara játta eitt sindur av pengum fyri at doyva samvitskuna.

 

- Ætlanin er at hækka játtanina upp í fimm milliónir, men tað er so ómetaliga langt frá tí, eg kundi hugsa mær

 

Hann heldur, at føroyingar eiga at taka ábyrgd á økinum, og hann heldur eisini, at tað kundi verið virðiligt fyri okkum at havt eitt hjálparskip í Miðjarðarhavi við Merkinum á hekkuni.

 

- Vit eiga, og vit mugu gera meiri fyri at vísa umheiminum, at eisini vit taka okkara ábyrgd av heimssamfelagnum, tí higartil hava vit verið ómetaliga smálig, leggur hann afturat.

 

Her hugsar hann um landsins myndugleikar. Hinvegin heldur hann, at tað er neyvan nakra staðni í heimunum, at sjálvbodnir felagsskapir hjálpa so nógv, sum felagsskapirnir í Føroyum gera.

 

Men tað er politiski myndugleikin, sum er eftirbátur, heldur hann.