Hóast tað hevur verið turt tað mesta av degnum fór tað av álvara at regna mitt í konsertini hjá Medinu. Hóast hetta sær tað út til at fólk hugna sær, og hava latið seg í eftir veðrinum.
- Um man er fyrireikaður uppá at veðrið kann verða skiftandi, og letur seg í eftir veðrinum, so bilar einki, sigur Kirstin Johansen, ið saman við soninum Mathias er komin á Frigg.
Tey hava verið til allan festivalin, bæði í gjár og í dag, og tey eru sera væl nøgd og halda at alt hevur rigga væl, hóast veðrið hevur verið skiftandi.
- Eg havi serliga verið glað fyri skránna, tí tað eru so nógv góð nøvn sum spæla, sigur Kirstin. Tað er serliga Eivør eg gleddi meg til, og hon skuffaði so heilt víst ikki. Men eg gleði meg eisini til restina av skránni, kanska serliga Páll Finnur Páll sigur Kirstin at enda.










