Eitt sindur av hvørjum

Politikkur og romantikkur. Bókmentir og tónleikur. Okkurt lætt og okkurt við meiri bit í. Tað er tað, sum eyðkennir vikuskiftisblaðið, tú nú blaðar í. Eitt sindur til hvønn smak.

Summar eitur hetta innleggið, avloysarin hjá nógv lisna og væl umtókta Vikuskifti, sum eins og øll onnur treingir til feriu av og á.

Í Miðlahúsinum er Summar staðfestingin av, at summarið er byrjað. Fólk fara í feriu, meðan avloysarar taka við og tryggja, at gerandisdagurin í Miðlahúsinum koyrir sína dagligu gongd, har Sosialurin og Vikublaðið skulu skrivast, Rás2 røkjast og Portalurin passast. Soleiðis er tað á flest øllum arbeiðsplássum og stovnum í Føroyum hesa ársins tíð.

Samfelagið steðgar ikki upp, bara tí fólk fara í feriu. Tey, sum arbeiða hvønn dag og syrgja fyri, at samfelagshjólini mæla runt, hava uppiborið at fáa frí í nakrar vikur, har tey kunnu slappa av og savna sær megi og mátt at herja á aftur. Í nógvum førum eru tað ofta ung fólk undir útbúgving, í Føroyum ella uttanlands, sum yvirtaka sessirnar, ið gerast tómir og loysa uppgávurnar, ið skulu loysast, tá feriutíð er. Hesi fegnast um at gerast partur av einum vanligum arbeiðsdegi aftur, og, ikki minst, at vinna sær nøkur oyru, sum gera tað eitt sindur lættari at vera lesandi, tá summarfrítíðin er av.

Soleiðis er tað so ymiskt, sum summarið verður brúkt til. Hetta vikuskiftisinnleggið, Summar, fer eisini at verða brúkt til ymiskt. Nakrir afturvendandi tættir vera, okkurt av lættara slagnum, nakrar greinar fara aftur um og dýpdina, mentanarligt tilfar av ymsum slag verður eisini við, umframt aktuellar spennandi summarsøgur. Vælkomin til Summar og ver vælkomið summarið í Føroyum.