Eitt sindur av frælsi

Kjak um stripp: James Olsen, útvarpsvertur

Vit skulu hava eitt sindur av frælsi, og tað er at taka frælsi frá fólki, at stripp skal bannast.

Ein kvinnukroppur er fantastiskur at hyggja uppá, og hví skulu vit hava loyvi at vísa tað fram, sum Gud hevur skapt. Hetta er striptease, og vit skulu ikki blanda tað saman við skøkjur. Striptease er at vísa ein vakran kropp fram, og tað skal verða loyvt.

Tað ber ikki til at siga, at fyri tað um vit loyva stripp, so fáa vit skøkjulevnað. Tað svarar til at siga, at vissi fólk kunnu fara í Rúsuna at keypa brennvín, so enda tey eisini úti í stoffum.

Í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska skulu vit læra at góðtaka hvønn annan heldur enn at stempla hvønn annan.