Dynamit enda Summar Festival brakið í kvøld, og lova betri konsert, enn Twisted Sister
- Á skránni eru bert kendir sangir og tað verður totalt Rock n' Roll, sigur Niclas Heri Jákupsson úr Dynamitt.
- Tað verður betri, enn Twisted Sister, sigur hann.
Bólkurin endar kvøldið í kvøld á Summar Festivalinum.
- Tað verður eitt show, sum ongantið er sæð áður, lovar frontmaðurin í Dynamitt.
Tá tíðindamaðurin hevði samband við bólkin, sum venur í skrivandi stund, løgdu teir síðstu hond á Grøv Nummar 13. Navnið minnir mangan fjeppara á eitt av stóru hittunum, sum bólkurin hevði.
Í kvøld verður fólkafest, tá Dynamit endar kvøldið, lovar manningin í Dynamit.










