Eitt serstakliga eksotiskt marathon

Jóhan Simonsen heldur at Tórshavn Marathon hevur nakað heilt serligt at bjóða útlendskum rennarum.

Fyri 13. ferð verður skipað fyri Tórshavn Marathon leygardagin 13. juni.

- Tað byrjar at blíva rokut, nú tað nærkast, men fyribils sær alt væl út, sigur Jóhan Simonsen, ið skipar fyri kappingini vegna Bragdið.

 

Heili 190 rennarar hava meldað seg til, har av 90 hava meldað seg til at renna heilt marathon og 100 hálvt marathon.

- Tað eru eisini nógv fleiri útlendingar enn áður, knapt 90, sum hava boðað frá luttøku í ár, úr 17 ymiskum londum, sigur Jóhan Simonsen, sum er sera spentur til kappingina.

 

- Vit kenna ikki hesar útlendingarnar, so vit vita jú ikki, hvørjum støðið teir eru á í mun til føroysku rennararnar, sigur Jóhan Simonsen, sum sigur, at hópurin hjá monnunum er væl breiðari í ár enn undanfarin ár, so allarhelst verður kappingin væl harðari.

 

Áður hevur verið skipað fyri styttri rennikappingum í samband við Tórshavn Marathon, men soleiðis er ikki í ár. Í staðin fer Krabbameinsfelagið at skipa fyri einum gongutúri á hálvt marathon teininum.

- Krabbameinsfelagið vendi sær til okkum við hesum hugskotinum, og nú eru tey eini 60, sum hava teknað seg til at ganga hendan teinin, sigur Jóhan Simonsen.

 

- Fólk ferðast um allan heimin at renna ymiskar marathonkappingar og Tórshavn Marathon er sera eksotiskt í so máta. Nógv teirra hava longu runnið teir kendu stóru teinarnar, sum London og New York Marathon. Vit bjóða teimum nakað heilt annað, sigur Jóhan Simonsen.