Hetta má broytast!
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, er eirindaleysur, tá ið hann fellur sín dóm yvir nýggju pensjónsskipanina hjá samgonguni.
Eftir nýggju skipanini skulu øll spara saman til sína egnu pensjón og í hesum sambandi skulu øll rinda 15 prosent av lønini í eina eftirlønarskipan.
Føroya Arbeiðarafelag hevur aðalfund í dag og har fekk fundarfólkið at vita frá formanninum, at hóast politikarar og embætisfólk hava arbeitt við hesi nýggju pensjónsskipanini í nógv ár, er úrslitið alt annað enn gott.
- Her hava Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin gjørt eitt sera vánaligt arbeiðið, sum vit øll og eftirkomarar okkara fara at bøta fyri í dýrum dómum, sigur Georg F. Hansen.
Í hesum sambandi hevur samgongan eisini samtykt at nú skal skattur rindast av pensjónini, tá ið hon verður goldin inn í grunnin.
- Hetta er at stjala skatt frá framtíðar ættarliðum, soleiðis at tað um nøkur ár verður minni og minni til vælferð, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
- Eisini skulu vit minnast at hendan samgongan hækkaði skattin á pensjónini so øll nú gjalda 40 prosent í skatti og hetta rakar mest tey lágløntu.
Men annars er skipanin við kravdari samansparing bara góð fyri tey sum hava góðar inntøkur.
Men hon er alt annað enn góð fyri fólk lágum- og miðallágum inntøkum. Hon er heldur ikki góð fyri arbeiðsleys, fyri sjúk, fyri fyritíðarpensjónistar, fyri fólk við fleiri børnum, fyri sjófólk, sum ofta fáa minstuløn og fyri fólk, sum annars koma illa fyri á ein ella annan hátt.
Georg F. Hansen leggur dent á, at tí má pensjónsskipanin broytast.
Í hesum sambandi hevur Føroya Arbeiðarafelag lagt dent á, at Samhaldsfasti eftirlønatgrunnurin er tað besta fyri verkafólkið.
Tí skal Samhaldsfasti styrkjast, tí tað er tað einasta, sum kann tryggja verkafólki eina eftirløn sum tey kunnu liva av, sigur Georg F. Hansen.