Eitt sera spennandi fótbóltslív

(SportBoxin) Abraham Løkin vitjaði SportBoxina á Rás2 til eitt prát um eitt spennandi fótbóltslív. Hann metti eisini um 6. umfar í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av SportBoxini á Rás2, sum var fótbóltspanelið á Rás2 fyrrapartin í dag.

 

Fótbóltslegendan, Ábraham Løkin vitjaði SportBoxina til eitt prát um eitt langt og spennandi fótbóltslív. Prátað var um tíðina í Fuglafirði, har Ábraham vaks upp, tá ÍF í 1979 vann sítt fyrsta og einasta FM nakrantíð. Prátað var eisini um tíðarskeiðini Ábraham royndi seg í bestu donsku deildini við OB miðskeiðis í 1980-unum, tá Richard Møller Nielsen var høvuðsvenjari hjá OB. Prátað var eisini um tíðina, tá Ábraham spældi við Boulogne í triðbestu fronsku fótbóltsdeildini. Og ikki minst var prátað um minniliga sigurin á Eysturríki, tá Ábraham var partur av fótbóltssøguligu hendingini í Landskrona tann 12. september í 1990.

 

Ábraham Hansen metti eisini um sætta umfar í effodeildini, sum verður leikt hetta vikuskiftið.