##med2##
Dysturin millum Skála og AB á Skála í kvøld var eingin vakurleikakapping, men leingi sá tað gott út hjá AB, ið var á odda 1-0 og hevði fyrsta sigurin í Betrideildini í ár í eygsjón, men so spilti eitt sjálvmál eitt lítið korter áðrenn seinasta bríksl dansin fyri AB.
Bjarki Nielsen fekk AB á sigurskós tá ein stórur hálvur tími var farin av dystinum.
Fyri liðskiparan hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen er tað beiskt, at AB ikki liggur á einum sætta plássi við fýra stigum í kvøld, heldur enn á einum áttanda plássi við bara tveimum stigum.
Liðskiparin ásannar, at liðið við bert einum máli í fýra dystum avgjørt manglar neyvleikan frammanfyri málið hjá mótstøðuliðnum, og tað mugu teir í AB arbeiða við.
Sørin er ikki uttan vónir, at AB aftur kann hvøkka KÍ, ið kemur á vitjan úti á Argjum 2. hvítusunnudag klokkan 19.