TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dagsins fótbóltspanel, sum var mannað við Boga Simonsen (B36) og John Andersen, NSÍ (myndin), sum vóru í Rásarúminum. Rúni Klein Joensen (Víkingur) og Eyðun Thorgeirsson (KÍ),
Teir fýra tóku samanum farna kappingarár, og góvu til kennar hvussu nøgdir teir eru við spælarakeypini higartil. Men speiska lagið var frammi, og teir koyrdu á hvønn annan til gleði fyri lurtaran, sum fekk eitt øðrvísi og stuttligt fótbóltspanel.
Góðir spurningar, og viðkomandi viðmerkingar komu eisini inn frá lurtarunum. Vit bóðu eisini teir fýra tippa hvat nummar teir vænta teirra lið verður komandi kappingarár.