Eitt sera gott ár í mangar mátar

- Tað var hart at svølgja, tá Liverpool tapti CL-finaluna í mai í ár, sigur Hans Eiler Hammer, sóknarprestur.

- Sjálvur keypi eg ikki so nógvar jólagávur, men havi í ár keypt nakrar fáar sjálvur. Restina tekur konan sær av. Á jólum verða vit heima hjá okkum sjálvum.

 

Tað sigur Hans Eiler Hammer, sóknarprestur, sum skal hava tríggjar gudstænastur jólaaftan og eisini jóladag. Tí er heldur ikki lætt hjá familjuni at verða burtur á jólum.

 

- Jólini hjá okkum verða hildin í prestagarðinum her í Viby á Sælandi. Vit eta altíð tad sama um jólini. Vit hava norskan døgurda jólaaftan. Pinnakjøt og alt tad, sum hoyrir til. So verður tað ræst kjøt jóladag.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

Jólini er fremsta hátíð kirkjunnar. Uttan Jesu føðing var eingin kristintrúgv til á fold. Tað er við Jesu føðing, at vit veruliga kunnu gleðast um jólabodskapin um, "at tykkum er í dag ein Frelsari føddur".


Hvussu hevur árið 2018 verið fyri teg?

 

2018 hevur verið eitt sera gott ár á mangan hátt, men tað, sum hevur havt størstan týdning, er sjálvandi setanin sum kirkjuførandi sóknaprestur her í sóknini.

 

Hans Eiler Hammer sigur, at hann fyrst var avloysari í tvey ár, og síðan fekk hann bjóða starvið fast galdandi frá 1. august í ár. Tað er hann sera takksamur fyri.

 

Hvat var tað keðiligasta, sum hendi í 2018?

 

- Persónliga má eg nokk viðurkenna, at tað var hart at svølgja, tá Liverpool tapti CL-finaluna í mai í ár.

 

Spurdur, um hann hevur sett sær okkurt serstakt fyri í 2019, sigur Hans Eiler Hammer, at tað hevur hann ikki beinleiðis.

 

- Eg havi ikki sett mær nøkur ávís mál fyri 2019, men eg taki hvønn dag sum eina gávu, sigur sóknarpresturin í Viby á Sælandi.